Hondbóltur

Ein sigur hvør og skulu nú stríðast um finalufyrimunin

Kyndil og VÍF spæla triðju FM-finaluna hjá kvinnum klokkan 17. FM1 sigur frá á Hálsi og til ber at fylgja gongdini ovast á Portalinum.

Liðini hava vunnið eina finalu hvør seinastu vikuna: Fyrst Kyndil á Hálsi sunnudagin og síðani VÍF eftir longda leiktíð og brotskøst í Vestmanna mikukvøldið - nú er lagt upp til meira spenning (Mynd: Jens. Kr. Vang)

Liðini hava vunnið eina finalu hvør seinastu vikuna: Fyrst Kyndil á Hálsi sunnudagin og síðani VÍF eftir longda leiktíð og brotskøst í Vestmanna mikukvøldið - nú er lagt upp til meira spenning (Mynd: Jens. Kr. Vang)

2026-05-02 08:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri viku síðani vann H71 FM-heitið hjá monnum í hús við triðja finalusigrinum av trimum møguligum móti Kyndli.

Í dag spæla kvinnuliðini hjá hjá Kyndli og VÍF triðju FM-finaluna í SMS-deildini. Dysturin á Hálsi byrjar klokkan 17.

[object Object]

(Skíggjamynd: Ovast á Portalinum har tað fer at bera til at fylgja dystargongdini)

Liðini hava vunnið eina finalu hvør seinastu vikuna: Fyrst Kyndil á Hálsi sunnudagin og síðani VÍF eftir longda leiktíð og brotskøst í Vestmanna mikukvøldið

Les meira um aðru finaluna her: Drama í Vestmanna: VÍF vann eftir brotskøst

[object Object]
Vestmannakvinnur fegnast um dramatiska sigurin eftir brotskøst mikudagin (Mynd: Jens Kr. Vang)

Fleiri myndir her

Harvið 1-1 í finaludystum og tað skulu minst tvær finalur til afturat, tí neyðugt er vinna tríggjar slíkar dystir fyri at gerast føroyameistari.

Lagt er upp til meira spenning, nú liðini bresta saman aftur fyri triðju ferð og skulu royna at vinna sær fyrimun í finalurøðini.

FM1 sigur frá á Hálsi klokkan 17. Lurta her ella á vanligu frekvensunum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder