Annað

Tey bestu í flogbólti heiðrað í dag

Ársins leikari, ársins stjørnuskot, ársins venjari, og ársins dómari verða heiðraðir.

(Mynd: Flogbóltssamband Føroya)

(Mynd: Flogbóltssamband Føroya)

2026-05-02 14:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag klokkan 17 verður galla-handan í hølunum hjá Wenzel á Akranesgøtu í Havn, har nøkur av teimum bestu innan flogbólt verða heiðrað.

Ársins leikari, ársins stjørnuskot og ársins venjari í ávikavist Polestar-deildini og Hotel Djurhuus-deildini verða funnin, umframt at ársins dómari verður heiðraður, skrivar Flogbóltssamband Føroya.

Tey tilnevndu eru.

Ársins leikari í Polestar deildini:
Jhonlenn Cruz Barreto Pena, SÍ
Mileta Vesovic, SÍ
Oleksandr Dmytriiev, ÍF

Ársins leikari í Hotel Djurhuus deildini:
Anja Danielsen, SÍ
Janna Falkvard, SÍ
Ariana G Pereyra, KÍF

Ársins stjørnuskot í Polestar deildini:
Petur Aron í Grógv, Ternan
Róar í Haraldstovu, SÍ
Adrian Lind Jacobsen, Ternan

Ársins stjørnuskot í Hotel Djurhuus deildini:
Petra Panic, Dráttur
Anna Katrina í Haraldstovu, SÍ
Osla Johannesen, Mjølnir

Ársins venjari í Polestar deildini:
Erich Perau, Ternan
Oleksandr Dmytriiev, ÍF
Rajko Petrovic, SÍ

Ársins venjari í Hotel Djurhuus deildini:
Boban Ilic, Mjølnir
Rajko Petrovic, SÍ
Henry Zhukov, TB

Ársins dómari:
Bojan Drobnjak
Dávið Ryan
Jan Hentze

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder