Fótbóltur

Video: Martin Agnarsson avgjørdi fyri Aarhus Fremad

Málið í 85. minutti var tað einasta í Middelfart, og tað tryggjaði føroyingafelagnum týðandi stig í niðurflytingarstríðnum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-05-02 15:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var 0-0 leingi, tá Aarhus Fremad fríggjakvøldið spældi móti longu niðurflutta Middelfart.

Men so sló ein føroyingur til á Fjóni. Við sínum fimta málið í kappingarárninum avgjørdi Martin Agnarsson fyri Aarhus Fremad, eins og kviki vinstri vongbakkurin gjørdi tað fyri Føroyar tvær ferðir í fjør.

Málið sæst eftir 4.35 ovast á ella á Youtube-síðuni hjá Aarhus Fremad

22-ára gamli havnarmaðurin var til reiðar, tá hann skuldi, og harvið er Aarhus Fremad fimm stig omanfyri niðurflytingarstrikuna. Fýra umfør resta í av endaspælinum í næstbestu donsku deildini.

Sí støðuna her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder