Tríggir teir fyrstu dystirnir í 8. umfari í Meistaradeildini hjá monnum eru á skránni í dag.
Oddadystur millum NSÍ og B36 verður spældur í morgin , og 07 Vestur vitjar Víking. Hesar uppgerðirnar eru mánadag, av tí at NSÍ og 07 Vestur spældu steypadyst hóskvøld.
Sí eisini: KÍ - NSÍ og HB - Víkingur í hálvfinalunum í steypakappingini
8. umfar í Meistaradeildini
Í dag, sunnudagin 3. mai
15.00: HB - AB (FM1)
15.00: KÍ - Skála
17.15: B68 - EB/Streymur (FM1)
Í morgin, mánadagin 4. mai
B36 - NSÍ
Víkingur - 07 Vestur
Í dag sendir FM1 frá fótbólti frá beint áðrenn klokkan 15 til umleið klokkan 19.30.
Fyrst verður Trygvi Absalonsen í Gundadali har HB og AB, við eins nógvum stigum hittast.
Klokkan 17.15 byrjar "Bátafestivalsdysturin" um týðandi stig í niðaru hálvu av stigatalvuni. Brynjar Poulsen sigur frá á Svandaskarði, har EB/Streymur vitjar.
![]()
Støðan undan 8. umfari
Eftir dagsins seinsta dyst senda vit 3. Hálvleik á FM1, har Trygvi Absalonsen tekur samanum við gestum, og ymiskar samrøður vera at hoyra.
Fóttbóltsskýlið frá fríggjadegnum verður eisini endursent áðrenn frásagnirnar. Hettta klokkan 14.
Lurta eftir FM1 her ella á vanligu frekvensunum
Til ber at fylgja gongdini í øllum dystunum ovast á Portalinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald