Seinasta umfar í niðara endaspælinum í fremstu donsku kvinnudeildini er spælt seinnapartin.
Har var Marita Mortensen við at vinna 40-31 á Silkeborg-Voel í seinasta dysti hennara fyri HØJ, har hoyvíkskvinnan hevur verið í stór tvey ár. Landsliðsbakspælarin skiftir í summar til NFH á Nykøbing Falster, sum skjótt skal spæla hálvfinalur um DM.
![]()
Marita Mortensen hevur eitt gott skifti fyri framman (Mynd: Sverri Egholm)
Ein annar landsliðsbakspælari, ið skiftir til størri felag í summar, er Súna Krossteig Hansen (Buducnost Podgorica). Hon hevur seinastu tvey kappingarárini spælt fyri Saknderborg, sum hevur stríðst í botninum í bestu donsku deildini.
Í fjør varð neyðugt við upp-og niðurflytingardystum fyri at Skanderborg helt sær uppi. Tað gjørdist tað ikki í ár: Hetta syrgdi Skanderborg fyri við 39-33 sigri í Aalborg í dag.
Súna Krossteig Hansen var í hopla í sínum seinasta dysti fyri felagið: Sjey mál, eitt upplegg, trý vunnin brotskast og eitt stórt trýst í sínum nærdystum og spæli sum heild.
Sigurin fær ikki ítøkiligan týdning fyri Súnu Hansen næsta ár. Men av tí at landsliðsliðfelagin Rakul Wardum, sum eisini er uppvaksin í Kyndli, skiftir úr Ringkøbing til Skanderborg í summar,
Endaliga støðan í Kvalifikationsspillet sæst her
![]()
Rakul Wardum kann fegnast, hóast hon ikki hevur verið á vølli nú: Landsliðsmálverjin heldur fram í fremstu donsku deildini
At enda var tað takkað verið avrikinum hjá Súni K. Hansen og hinum (Mynd: Sverri Egholm)
Úrslitið í dag merkir eisini, at EH Aalborg skal spæla upp-og niðurflytingardystir fyri at halda sær upp. Har er tað "best av trimum" - fyrsta liðið at vinna tveir dystir, vinnur sær sæti í Kvindeligaen fyri 2026-2027.
Annika Fríðheim Petersen kann fáa ein leiklut í hesum dystum. Føroyski málverjin hevur spælt í lítlum løtum í tveimum teimum seinastu dystunum hjá Aalborg, ið hevur verið illa koyrandi seinastu mánaðirnar.
Annars hevur Annika ikki spælt fyri felagið í yvir eitt ár. Eftir barnsburð og tíðina aftaná, hevur hoyvíkskvinnan sitið sum triðji málverji: Hon heldur ikki fram í felagnum næsta ár, men tað gera hinir báðir málverjarnir.
Sí eisini: Annika Fríðheim Petersen skal spæla í bestu pólsku deildini
Alborg skal spæla móti Ajax København fyri at sleppa undan niðurflyting. Har spæla tríggir føroyskir landsliðsspælarar: Lív og Vár Bentsdóttir Zachariasen og Elsa Egholm.
Fyrsti play-off dysturin verður næsta vikuskifti í Aalborg.
Føroyskir tvíburðar eru í miðverjuni hjá Ajax - tær skulu saman við Elsu Egholm stríðast um uppflyting. Hetta móti skjótt fyrrverandi felagnum hjá Anniku Fríðheim Petersen (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald