Fótbóltur

Uppflytararnir vunnu stig á útivølli móti skinklandi stórfeløgum

HB var leingi á odda, men AB stríddi og spældi seg til uppiborið stig í Gundadali. KÍ var tannleyst og misti fyri triðju ferð í ár sum stórfavorttir - Skála vann sær fjórðu ferð á rað stig móti topp-fimm felagi.

Ebiye Moses skoraði móti AB, men tað gav ikki ein sigur. Deni Pavlovic og KÍ megnaðu ikki at skora móti Skála - eftir sigur í Gundadali síðsta sunnudag var hetta eitt fet aftur hjá føroyameistarunum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Ebiye Moses skoraði móti AB, men tað gav ikki ein sigur. Deni Pavlovic og KÍ megnaðu ikki at skora móti Skála - eftir sigur í Gundadali síðsta sunnudag var hetta eitt fet aftur hjá føroyameistarunum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-05-03 17:49 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Um ein helt, at KÍ og HB av álvara høvdu skrætt seg burtur heldur tungari gongd, so kann man trúgva umaftur.

Í øllum førum útfrá teimum báðum fyrstu dystunum í 8. umfari í Meistaradeildini. Báðir byrjaðu klokkan 15 - í báðum tók eitt stórfelag og topp-tvey felag í fjør móti einum uppflytara á heimavølli. Og í báðum førum endaði tað við javnleiki.

HB legði seg annars á odda í 13. minutti við góðum máli. Tað var nigerianski Ebiye Moses, sum setti bóltin niður í longra málhornið við høgra fótinum. HB hevði eisini rímiliga gott tamarhald á í 1. hálvleiki

AB fall tó ikki í fátt og var væl og virðiliga omaná eftir steðgin. Og í 82. minutti javnaðu argjamenn, sum hava gjørt hol í sjógvin í ár. Tað var 19-ára gamli Heðin Olsen, sum valdi júst tí røttu tíðina at skora sítt fyrsta mál í Meistaradeildini.

HB hevur bert fimm stig fyri sínar seinastu fimm dystir í landskappingini. Og AB og HB standa jøvn: Við 11 stigum og málúrttøkuni minus 1:

[object Object]
Støðan í løtuni

KÍ er eitt stig frá fyrsta plássinum, men eftir dystin móti Skála í dag, hava greipuvinnararnir "mist stig" í trimum dystum, har mótstøðuliðið er eitt av "botn-fimm liðunum": Móti EB/Streymi, AB og nú Skála.

Liðið hjá Magnusi Powell vísti styrki móti HB í Gundadali, men í dag vísti KÍ so at at siga einki á heimavølli móti nummar 10 í deildini. Nakrar vandastøður vóru í 2. hálvleiki, og serliga høvdu Páll Andrasson Klettskarð, Deni Pavlovic og Jóannes Kalsø Danielsen góðar støður. 

Men KÍ-spælið hekk illa saman, uttan millum annað Jákup B. Andreasen, tað gekk seint fyri seg, og Skála stríddist fyrimyndarliga væl.

Bjarti Thorleifsson var eisini nær við, við beinleiðis frísparki. Fjórða dystin á rað vann Skála stig móti einum av vanligu topp-fimm feløgunum (B36, Víkingi, NSÍ og nú KÍ). Í trimum teirra hava uppflytararnir hildið málið reint. Skjótt skal Skála eisini hava sigrar.

Sí eisini: Kappingin sær nógv tættari út í ár

Í løtuni spæla B68 og EB/Streymur á Svangaskarði.

8. umfar í Meistaradeildini 
Í dag, sunnudagin 3. mai

HB - AB  1-1 (1-0)
Meira um dystin her

KÍ - Skála 0-0
Meira um dystin her

17.15: B68 - EB/Streymur Lurta eftir FM1 nú

Í morgin, mánadagin 4. mai
B36 - NSÍ
Víkingur - 07 Vestur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder