Fótbóltur

Poul Kallsberg sendi Hillerød á uppflytingarpláss

Føroyingurin kom inn í Lyngby og setti høgra fótin væl á í 90. minutti. Harvið vann Hillerød á oddaliðnum og yvirhálaði Hvidovre í stríðnum um Superliguna, nú fýra umfør resta í.

Poul Kallsberg kom inn og gjørdi bart í Lyngby (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Poul Kallsberg kom inn og gjørdi bart í Lyngby (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-05-03 18:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Lyngby BK er á veg upp í Superliguna aftur, men felagið har Dan Brimsvík hevur venjarastarv, og har hann var knýttur at besta liðnum fyrr í kappingárinum, hevur ikki staðfest hetta enn.

Hillreød vitjaði í dag og fór avstað við øllum. Hetta hóast heimaliðið legði seg á odda eftir 20 minuttir.

Tað var 1-1, tá Poul Kallsberg kom inn í 72. minutti, og í 90. minutti fekk 22-ára gamli føroyingurin eina sending inn í Lyngby-brotsteignum.

Málið hjá Poul Kallsberg sæst móti endanum av hæddarpunktunum her

Vongurin av Strondum var ísakaldur og setti væl høgru innarusíðuna á: 2-1 og trý stig við til Hillerød.

Við hesum úrslitinum og við javnleikinum hjá Hvidovre í Kolding í dag, er Hillerød nú á 2. plássi. Hetta gevur uppflyting til Superliguna.

Fýra umfør resta í. Næsta uppgáva hjá Hillerød er AC Horsens og Adrian Justinussen leygardagin.

Hæddarpunktini frá Lyngby síggjast á 1-division.dk

Støðan í ovara endaspælinum í næstbestu donsku deildini: 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder