"Hon gamla kvinnan (daman)". Juventus.
Hetta angar av stoltari fótbóltssøgu, og hevur stóra felagið úr Torino millum annað 36 meistaraheiti og tvey Champions League-heiti at vísa á.
Tað er ikki heilt tað "gamla" Juventus í løtuni: Á 4. plássi, 15 stig frá Inter Milan, tað eru seks ár síðani seinasta meistaraheiti, og tað renna ikki beinleiðis heimsstjørnur í svørtum og hvítum.
Tó er talan um eitt sera sterkt lið, og tað er nakað serstakt at royna seg á stóra og søguliga leikvøllinum hjá Juventus - og fáa stig burturúr.
Hetta gjørdi Andrias Edmundsson í dag. Føroyski miðverjin spæli aftur 90 góðar minuttir í miðverjuni hjá Hellas Verona í 1-1 dystinum, har útiliðið legði seg á odda í 34.
Tað var skotin Kieron Bowie, sum kom til felagið nærum samstundis sum Andrias, ið legði Hellas Verona. Innskifti serbiski áleyparin Dusan Vlahovic javnaði við beinleiðis frísparki í 62. minutti.
Sambært hagtalssíðum var Andrias Edmundsson millum bestu spælararnir á vøllinum. 25-ára gamli toftamaðurin vann so at siga allar sínar nærdystir, ruddaði ofta burtur og vísti styrki í miðverjuni. Tí útiliðið kom undir stórt trýst, men nummar fimm við ljósa hárinum var við at standa ímóti.
1-1 og møguliga ein smeitur í royndini hjá Juventus at spæla seg í Champions League næsta ár.
Niðurflytingin hjá Hellas Verona varð veruleiki fyrr í vikuskftinum, tá Lecce vann. Andrias Edmundsson hevur sáttmála við felagið trý ár fram, men áhugi man vera fyri føroyska landsliðsprofilinum aðrastaðni.
Sí hæddarpunktini frá dystinum her:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald