Ein rúgva av føroyskum fimleikarum hava havt spennandi virksemi uttanfyri landoddarnar hetta vikuskifti.
Millum annað hava nógv gjørt vart við seg í DM í amboðsfimleiki - meira um tað seinni
Føroyskt finalupláss á heimsklassastigi í Fraklandi
World Cup-kappingin (AFCGE Cup) innan estetiskan fimleik hevur verið í Fraklandi seinastu dagarnar
Fimm føroysk lið hava kappast og gjørt vart við seg í París-útryðuni: Støkk og Ljósið hava verið umboðaði við sínum vaksnamannaliðum og kvinnuunglingum.
Tað eydnaðist kvinnunum hjá Støkk (Rósini) at koma í finaluna, sum eitt av teimum tólv bestu liðum - av teimum 30 - í innleiðandi kappingini. Kvinnuunglingarnir hjá Ljósinum (Norma) vóru eisini í topp-tólv, og harvið var føroysk umboðan bæði hjá teimum vaksnu (A) og hjá kvinnuunglingum í dag.
- Hetta er eitt sera flott úrslit, og vit eru ómetaliga errin av Normu og teirra avriki, 24 lið vóru við og 12 komu víðari í finaluna, skrivaði Ljósið leygarkvøldið.
Har endaði Norma nummar 11 hjá teimum yngru, meðan tær umboðandi fimleikafelagið í Runavík, endaðu nummar tíggju hjá kvinnum.
- Í finaluni í dag gekk framførslan hjá Rósuni uppaftur betur enn í gjár, og tær megnaðu at gerast nr. 9, men samanlagt við karakterinum frá í gjár, endaðu tær á 10. plássi. Hetta úrslitið eru tær sera væl nøgdar við. Vinnari av kappingini gjørdist russiska liðið Expressia, skrivar Fimleikafelagið Støkk á Facebook-síðu sínari.
Kvinnuliðið Rósan endaði í topp-tíggju og liðið hjá kvinnuunglingum, Aiva, sum endaði nummar 19 í sínari innleiðandi kapping (Mynd: Fimleikafelagið Støkk)
Tað var ikki so langt frá, at tvey føroysk lið vunnu seg í finaluna hjá kvinnum. Lyra hjá Ljósinum var bert 0,2 stig frá í innleiðandi kappingini leygardagin.
![]()
Umboðini hjá Ljósinum, sum er annað av feløgunum í Havn, í Fraklandi (Myndir: Fimleikafelagið Ljósið)
Vit skrivaðu fimm lið. Tað fimta føroyska fimleikaliðið í París hesar seinastu dagarnar var úr Havnar Fimleikafelagið.
Gentuliðið Nova kappaðist í AFCGE Cup II, á sama staði. Har komu havnargenturnar í finaluna og endað Nova á einum flottum 8. plássi.
![]()
Nova er gentulið hjá Havnar Fimleikafelagi (Mynd: Havnar Fimleikafelag)
Samanlagt nógv góð úrslit og góð upphiting hjá liðunum til FM í estetiskum fimleiki, sum verður næsta vikuskifti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald