Hondbóltur

Skipa fyri hondbóltsferð til Póllands í desember

Eventz Føroyar skipar fyri túrinum til EM í Katowice, har føroysku kvinnurnar skulu spæla móti Ukraina, Fraklandi og Póllandi.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-05-04 10:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í sambandi við, at føroyska kvinnulandsliðið hevur tryggjað sær pláss í EM-endaspælinum í Póllandi, verður skipað fyri hondbóltsferð til Katowice í desember.

Tað er Eventz Føroyar, sum skipar fyri túrinum, har flogið verður beinleiðis til Póllands.

Føroyska kvinnulandsliðið skal spæla móti Ukraina (5. desember), Fraklandi (7. desember), og Póllandi (9. desember).

– Vit eru sera fegin um, at føroysku kvinnurnar hava rokkið hesum stóra avriki at koma til eitt EM-endaspæl – og vit eru errin av at kunna vera við á ferðini. Hetta er ein serstøk løta í føroyskum hondbólti, og vit vilja geva øllum møguleika at uppliva hana á staðnum, skrivar Eventz Føroyar.

Ferðin er 3.-10. desember. Atgongumerkini koma til sølu í dag klokkan 10.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder