Fótbóltur

Video: Gunnar Vatnahamar legði Víking Reykjavík á odda í sigri

Landsliðsmiðverjin úr Lerivík hevur fingið frálíka byrjan uppá kappingarárið og er eftir fimm umfør valdur á vikuliðið tríggjar ferðir. Víkingur Reykjavík er á 2. plássi við 13 stigum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-05-04 19:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Gunnar Vatnhamar er á fjórða árið profilur hjá Víkingi Reykjaví og í íslendsku deildini. Og royndi føroyski miðverjin hevur fingið frálíka byrjan uppá nýggja kappingarárið, har fimm umfør eru spæld. 

Víkingur Reykjavík hevur vunnið fýra av fimm dystum og spælt ein javnleik.

Høvuðsstaðarfelagið vann sunnukvøldið í Keflavík, og tað var Gunnar Vatnhamar. sum við stútara eftir hornaspark, legði Víking á odda.

Sí málið hæddarpunktini ovast ella á Youtube-síðuni hjá Besta deildin

Keflavík javnaði eftir hálvan tíma, men við tveimum málum seinasta korterið livdi Víkingur Reykjavík upp til heitið sum stórfavorittur.

Tað endaði við 3-1 sigri, og harvið er Víkingur framvegis á 2. plássi.

Sí málið hæddarpunktini ovast ella á Youtube-síðuni hjá Besta deildin

Gunnar Vatnhamar eigur sanniliga sín leiklut í hesum. 31-ára gamli leirvíkingurin hevur sum vant verið ógvuliga stinnur, og hevur verið á vikuliðnum  hjá fotbolti.net tríggjar út av fimm ferðir.

Her er vikuliðið fyri 5. umfar:

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder