Tað eydnaðist ikki í finalurøðini í fjør, har føroyingafelagið tapti tríggjar finalur fyri Fram, men eftir tríggjar meistarafinalur higartil hevur Valur tveir sigrar.
Harvið eru Allan Norðberg og Bjarni í Selvindi bert ein sigur frá at gerast íslendskir meistarar.
Uppruna STíF'arnir skoraðu samanlagt tíggju mál í sigrinum á FH fríggjakvøldið, og Bjarni í Selvindi var toppskjútti hjá Vali við seks málum.
Føroysku landsliðsspælararnir kunnu eisin ifáa stóran leiklut í fjórðu og møguligu avgerandi finaluni í kvøld.
Hon verður spæld á Hafnarfjörðinum klokkan 20.30 føroyska tíð.
Til ber at fylgja við á handbolti.is
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald