Tað er sonn fótbóltsfrøi í sunnara enda av Gundadali. Fyri fyrstu ferð í nógv ár er B36 oddalið so mikið langt inn í kappingina. 8. umfør er beint undir ein triðingur, men B36 er ósigrað og hevur júst koppað NSÍ - sum var ósigrað áðrenn.
Útiliðið byrjaði annars betri í Gundadali, har nógvir áskoðarar vóru, og skapti stórar møguleikar. Men Silas Eyðsteinsson stóð ein branddyst fyri B36 og var, saman við serliga Heina Vatnsdal fyri nógvum.
So líðandi tók B36 leikliga meira yvir, og serliga Bartal Páll Klein var naskur - rakti stongina einaferð. Men Petur Knudsen hevði tveir stórar møguleikar tíðliga í 2. hálvleiki, NSÍ helt fram at hótta við deyðbóltum, og dysturin livdi - eisini meðan tað kavaði í Gundadali.
Alt varð í roynd og veru avgjørt millum 69. og 72. minutt: B36 skoraði tvey mál innan tríggjar minuttir
Fyrst var tað Dávid Biskopstø Andreasen, sum vendi væl í millumrúminum, fann Boubacar Dabo, sum staddur til vinstru í brotsteignum tók eina nerting og setti bóltin í longra málhorn.
Sonn frøi í B36-leguni, og tað gjørdist skjótt betri. Bartal Páll Klein gjørdist púra fríur. Hann slapp ikki framvið Tom Amos, NSÍ-málverjanum sum kom út ímóti. Tó megnaði ungi áleyparin at leggja innfyri, har Dávid Andreasen var komin uppá pláss: Sjey málstig (mál + upplegg) eftir átta umfør hjá arbeiðssama unga klaksvíkinginum.
NSÍ royndi at svara aftur og hevði eisini naskar støður, men tað endaði 2-0 í Gundadali. Harvið er B36 nú oddalið við 18 stigum. Leygardagin vitjar KÍ.
![]()
Mynd: Sverri Egholm
Í Sarpugerði kom einki mál. 07 Vestur fekk harvið eitt gott stig á útivølli - eisini við fleiri blaðungum monnum á liðnum.
Triðja dystin á rað fór Víkingur av vøllinum uttan at vinna, hóast liðið var greiður favorittur. Trupulleikarnir at skora halda fram hjá Víkingi: Átta mál í átta dystum
8. umfar í Meistaradeildini
Í dag, mánadagin 4. mai
B36 - NSÍ 2-0 (0-0)
Sí meira um dystin her
Víkingur - 07 Vestur 0-0
Sí meira um dystin her
Í gjár, sunnudagin 3. mai
HB - AB 1-1 (1-0)
Meira um dystin her
KÍ - Skála 0-0
Meira um dystin her
Les eisini: Uppflytararnir vunnu stig á útivølli móti skinklandi stórfeløgum
B68 - EB/Streymur 1-1 (0-1)
Meira um dystin her
Støðan:
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald