placeholder
Hondbóltur

Natasja Hammer kosin ársins spælari hjá Stjarnuni

Føroyski landsliðsbakkurin stóran leiklut í, at felagið helt sær í bestu íslendsku deildini, og nú er hon heiðrað fyri tað.

Savnsmynd: Sverri Egholm

Savnsmynd: Sverri Egholm

2026-05-05 09:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Stjarnan hevði eitt tungt kappingár í fremstu íslendsku kvinnudeildini, men føroysku spælararnir gjørdu sítt til, at liðið helt sær har.

Neyðugt var við fimm upp-og niðurflytingardystum móti Grótta úr næstbestu deildini. 

Les meira: Natasja Hammer og Inga Maria Roysdóttir stóran leiklut í bjargingini hjá Stjarnuni

Millum annað skutu Natasja Hammer og Inga Maria Roysdóttir samanlagt ellivu mál, tá alt skuldi avgerast í síðstu viku.

Natasja, sum skifti frá Kyndli síðsta summar, hevur verið besti álopsspælari hjá liðnum úr Garðabær.

Fyri hetta varð Natasja Hammer heiðrað, tá Stjarnan hevði gallaveitslu í síðstu viku: Ársins spælari hjá besta kvinnulið felagsins.

[object Object]
Mynd: Stjarnan handbolti

Natasja Hammer hevur sáttmála við Stjarnuna fyri 2026/2027 eisini. Men Natasja er við barn, so fer tískil ikki at spæla restina av 2026.

Kviki bakspælarin kom aftur á landsliðið fyrr í ár. Natasja Hammer spældi og skoraði góð mál móti endanum av dystinum móti Íslandi við Tjarnir (35-30), og var á vøllinum nakað longri tá Føroyar í seinasta EM-undandystinum tapti í Montenegro.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder