placeholder
Hondbóltur

Marita Mortensen spælt seinasta dystin fyri HØJ - fer nú til NFH

Føroyski landsliðsbakkurin skiftir í summar til eina størri hondbóltsaddressu í bestu donsku deildini.

Martia Mortensen skal skjótt spæla í gulum - og hava heimavøll á Lollandi (Mynd: nfh.dk)

Martia Mortensen skal skjótt spæla í gulum - og hava heimavøll á Lollandi (Mynd: nfh.dk)

2026-05-05 13:14 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Enn ein føroyskur landsliðsspælari hevur fingið staðfest eitt á pappírinum gott skifti í summar.

Talan er um Maritu Mortensen, sum hevur spælt við HØJ Elite síðani á vetri 2024.

Bakkurin úr Hoyvík hevur verið við at fáa HØJ upp í bestu deildina, og endaði hon tíðina har við at vera við at tryggjað liðnum ovasta plássið í niðara endaspælinum.

Sí eisini: Eingin av føroysku hondbóltskvinnunum fer niður í næstbestu donsku deildini

Marita heldur fram í Kvindeligaen næsta kappingarár. Hon verður búgvandi í Keypmannahavn men skal nú spæla fyri stoltleikan á Nykøbing Falster: NFH.

- Eg eri ógvuliga fegin um møguleikan, og NFH var eitt lætt val fyri meg. Eg haldi, at felgið hevur eitt sterkt "setup" og ein ógvuliga góðan heimavøll. Eg gleði meg til at menna meg sum spælara í teimum góðu rammunum, sigur 25-ára gamla hoyvíkskvinnan.

[object Object]
Marita Mortensen í HM-endaspælinum í vetur (Mynd: Sverri Egholm)

Talan er um lið, sum hevur verið við heilt har uppi í donskum kvinnuhondbólti, og sum skjótt skal spæla DM-hálvfinalur.

Annika Fríðheim Petersen spældi við NFH í eitt og eitt hálvt ár og var í 2023 við í European League-finaluni við felagnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder