15 ferðir ruddaði hann burtur, tríggir nærdystir vóru vunnir, og seks ferðir vann toftamaðurin bóltin væl frá Juventus-spælarunum.
Tað var við beinleiðis frísparki, at Juventus skoraði sítt mál í 1-1 dystinum móti Hellas Verona.
Sí hæddarpunkt frá dystinum sunnudagin ovast ella á Youtube-rásini hjá Serie A
Viðmerkjarar, hagtøl og fjepparar vísa á, at 25-ára gamli føroyingurin hjá niðurflutta Hellas Verona var stór orsøk til, at stórfelagið ikki fekk meira burturúr.
Og fjepparar hjá Hellas Verona hava annan dystin á rað kosið Andrias Edmundsson sum dagsins mann hjá liðnum. Hetta hevur Hellas Verona kunngjørt á Faceboon-síðu sínari.
![]()
Mynd: Hellas Verona
Les eisini: Andrias Edmundsson við at vinna stig á útivølli móti Juventus
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald