Fimm dystir og seks mál, harav tveir málleysir javnleikir. Men Meistaradeildini líkt í ár, vóru allir dystirnir spennandi í 8. umfari, sum varð spælt sunnudagin og mánadagin.
8. umfar í Meistaradeildini
Mánadagin 4. mai
B36 - NSÍ 2-0 (0-0)
Sí meira um dystin her
Sí eisini: B36 basti NSÍ og er nýtt oddalið í Meistaradeildini
Víkingur - 07 Vestur 0-0
Sí meira um dystin her
Sunnudagin 3. mai
HB - AB 1-1 (1-0)
Meira um dystin her
KÍ - Skála 0-0
Meira um dystin her
Les eisini: Uppflytararnir vunnu stig á útivølli móti skinklandi stórfeløgum
B68 - EB/Streymur 1-1 (0-1)
Meira um dystin her
Støðan eftir átta umfør: ![]()
Einasti dysturin við sigursharra og tapara var oddadysturin í Gundadali, har B36 var meira kyniskt enn NSÍ, sum hevði sínar stóru møguleikar. Silas Eyðsteinsson ella verjuspælarar vóru tó fyri ofta, og Boubacar Dabo og Dávid Biskopstø Andreasen skoraðu neyðugu málini, so B36 kundi leggja seg á odda í Betrideildini.
Samstundis fyrsta tapið hjá NSÍ sum seinastu tvey umførini hevur spilt møguleikan at sleppa sær avstað í oddinum - javnleik móti Skála í 7. umfari eftir at hava veirð á odda 3-1 og nú tap í beinleiðis oddadyst har man avgjørt hevði møguleikarnar. Tað kann gerast dýrt hjá einum dýrum hópi, sum ætlar sær at taka krúnuna frá KÍ.
![]()
Stórur B36-fagnaður í gjárkvøldið, meðan teir hjá NSÍ - av røttum - iðra seg: Teir tóku ikki av, tá man kundi leggja sjógv millum seg og 2. plássið (Mynd: Sverri Egholm)
Fleiri myndir úr Gundadali - í kava og sól - síggjast her
Sí eisini:
Dávid B. Andreasen: - Tað vit ætlaður áðrenn dystin - hava bestu áskoðarnar í Føroyum
Petur Knudsen: - Betra liðið tapti í Gundadali í kvøld
KÍ hevur framvegis ikki tapt ein kappingardyst í Føroym undir Magnusi Powell men hevur longu mist líka nógv stig sum alt seinasta kappingarár: Átta eftir átta umfar.
Greipuvinnaranir hava bert vunnið helmingin av dystunum og fyriuttan tey samanlagt ellivu málini í stórsigrunum á 07 og B68, hevur KÍ bert skorað fimm mál. Móti HB, tá stórt trýst var, var spælið gott, og málini tvey, men liðið tók stórt fet aftur móti Skála á heimavølli sunnudagin. Hugflogið og ætlanirnvóru ikki har, og liðið við stóra og dýra hópinum fekk ikki mál móti botnliðið.
Og hjá Skála: Enn eitt flott avrik og fjórðu javnleikur á rað móti topp-fimm felagi. Men samanlagt telur tað ikki meira enn til 10. pláss, og hetta umfarið fingu øll liðini í niðaru hálvu eitt stig. Sigrarnir skulo koma skjótt
Sum tølini vísa, er tað púra óhoyrt seinastu árini, at KÍ stendur seg so illa móti "botn fimm": Higartil í ár hevur liðið spælt tríggjar slíkar javnleikir, harav tveir móti uppflytarunum - og tað kundi avgjørt verið tap á Argjum. Tað eru bert tvey stig upp til oddasessin, og nýggir glottar kunnu koma í Gundadali leygardagin. Men samanlagt skulu aðrir bollar skulu í suppuna í Klaksvík - serliga um liðið ætlar nakað í Evropa í summar.
![]()
Tað er langt frá meistarahuglagið hjá KÍ, sum hevur vunnið fýra v teimum seinastu fimm. Umframt merkiliga skinklandi spæl, seta skaðar og ávíst misljóð dám á (Mynd: Jens Kr. Vang)
Í HB trýstir skógvurin eisini. AB vísti seg aftur væl fram, tá uppflytararnir vóru á vitjan í Gundadali. Útiliðið spældi frískan fótbílt og var væl betri eftir steðgin. HB hevur bert fimm stig fyri sínar seinastu fimm dystir í landskappingini, og í uppaftur størri mun enn hjá KÍ síggja álopskendu loysnirnar at vanta fyri liðið hjá André Olsen.
Hóast gott steypaavrik móti B36 í síðstu viku, sær tað í løtuni í ov lítlan mun út sum eitt samansett HB-lið, ið kann bjóða av, har tað er veruliga stuttligt - og har HB eigur at vera. Eftir 11 stig fyri átta umfør, tað sama talið sum AB, kunnu spurnartekin setast við nógv í norðara enda av Gundadali.
![]()
Mynd: Sverri Egholm
Víkingur hevur eitt stig færri og bert átta mál fyri eins nógvar landskappingardystir. Nú hevur liðið spælt tríggjar dystir á rað sum greiður favorittur uttan at vinna: Skála (málleysur javnleikur), B68 og 07 Vestur (málleystur javnleikur). Tað er ikki nóg gott.
Liðið hjá Jóhan Peturi Poulsen skal á ymsan hátt ikki sammetast við FM-liðið frá 2024 og okkurt av undanfarnu árunum, men níggju stig í átta dystum er ov lítið hjá liðnum í Sarpugerði; har fleiri ting eru røtt og góð, men har tað avgjørt vantar skarpleiki í ov nógv førum.
At 07 Vestur vann sær javnleik móti Víkingi, umframt nevndu avrik hjá uppflytarunum og øðrum, vísir greitt eina tættari kapping. Kanska koma nøkur "gjøgnumbrot" hjá nøkrum topp-fimm feløgum, sum vit her hava sett spurnartekin við, skjótt. Men einki umfar er keðiligt í løtuni.
9. umfar, tað seinasta í fyrsta triðinginum, sær spennandi út. Tá kunnu fleiri svar eisini koma:
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald