placeholder
Fótbóltur

Arsenal spældi seg í Champions League-finaluna fyri fyrstu ferð í tjúgu ár

Málið hjá Bukayo Saka beint fyri steðgin var nóg mikið, og ovfarakæti á Emirates. Oddaliðið í Premier League spælir finalu í Budapest 30. mai - móti Bayern ella PSG.

1-0 nóg mikið hjá Arsenal at vinna seg í finaluna. Lokali vongurin avgjørdi, tá hann var knappur (Mynd: Adrian Dennis/AFP/Ritzau Scanpix)

1-0 nóg mikið hjá Arsenal at vinna seg í finaluna. Lokali vongurin avgjørdi, tá hann var knappur (Mynd: Adrian Dennis/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-05-05 22:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

1-0 í kvøld. 14 dystir uttan at tapa og bert seks mál ígjøgnum í kappingini. Samanlagt er tað væl uppiborið, at Arsenal er í Champions League-finaluni, og tað var tað eisini í seinnu hálvfinaluni móti Atletico Madrid í kvøld.

Heimaliðið hevði sum heild tamarhald á inntensa dystinum á Emirates leikvøllinum í London, har málmøguleikarnir ikki vóru so nógvir.

Arsenal tók tó av í 44. minutti. Fínt álop endaði við, at Jan Oblak í Atletico Madrid-málinum bjargaði skotroynd frá Leandro Trossard, men har Bukayo Saka var knappur í málteignum.

[object Object]

[object Object]
Løtan har Bukayo Saka avgjørdi hálvfinaluuppgerðina (Myndir: Adrian Dennis/AFP/Ritzau Scanpix)

Lokali London-drongurin við liðskiparabandinum prikaði bóltin í netið, og hetta gjørdist tað avgerandi: Tað einasta í dystinum, og eftirsum tað endaði 1-1 í Madrid í síðstu viku, er Arsenal nú finalulið.

Hetta er fyrstu ferð síðani 2006, at Arsenal skal spæla Champions League-finalu. Tá var Thierry Henry stóra stjørnan, men Barcelona - í yvirtali - vann 2-1 í finaluni í París. 

[object Object]
Mikel Arteta og Bukayo Saka stórfegnast eftir seinasta bríksl í inntensu hálvfinaluni (Mynd: Adrian Dennis/AFP/Ritzau Scanpix)

Liðið hjá Mikel Arteta, sum í løtuni liggur til at vinna Premier League, skal spæla Champions League-finalu. Hetta er aðru ferð í søgu felagsins. Dysturin verður í ungarska høvuðsstaðnum Budapest leygardagin 30. mai.

Mótstøðuliðið verður Bayern München ella PSG. Hesi liðini spældu ein dreymafótbóltsdyst í París fyri einari viku síðani (5-4) og hittast aftur í Suðurtýsklandi í annaðkvøld til nýtt brak.

Sí eisini: Níggju mál uppá 52 leikminuttir: Ørt Champins League-kvøld í París

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder