Hondbóltur

FM1 sigur frá fjórðu FM-finaluni í kvøld

Kyndil vitjar í Vestmanna klokkan 19 og kann gerast føroyameistari við sigri. Lurtið á FM1 og fylgið við ovast á Portalinum.

VÍF vann eftir brotskastskapping, tá liðini spældu í Vestmanna fyri viku síðani (Mynd: Jens Kr. Vang)

VÍF vann eftir brotskastskapping, tá liðini spældu í Vestmanna fyri viku síðani (Mynd: Jens Kr. Vang)

2026-05-06 10:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir tríggjar FM-finalur millum kvinnurnar hjá Kyndli og VÍF, er Kyndil á odda 2-1 í dystum.

Vestmannakvinnur vóru annars á odda so at siga allan dystin á Hálsi leygarkvøldið, men Kyndil var kaldari móti endanum og hevur harvið møguleika at tryggja sær FM við sigri í Vestmanna í kvøld.

Sí eisini: Turið: - Hesaferð vóru vit meira avgjørdar í avgerandi støðum

Eins og tá sigur FM1 frá dystinum, sum byrjar klokkan 19. Andrias Eriksen verður viðmerkjari í Vestmanna.

Lurta eftir FM1 her ella á vanligu frekvensunum

Til ber eisini at fylgja gongdini ovast á Portalinum, har málskjúttar og annað síggjast. Vit hava eisini myndir og annað frá dystinum

Vinnur VÍF verður neyðugt við einari fimtu finalu leygardagin á Hálsi.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder