Hondbóltur

Champions League: Hákun spælir um hálvfinalupláss klokkan 17.45

Füchse Berlin skal vinna á Veszprém, tí tað endaði 35-34 í fyrru fjórðingsfinaluni, sum var í Ungarn. Dysturin sæst á Viaplay.

Hákun West av Teigum uppá øll síni trý skot skoraði í fyrra dystinum. Aftur í ár hevur føroyski landsliðsprofilurin verið tryggur í Champions League (Mynd: EPA)

Hákun West av Teigum uppá øll síni trý skot skoraði í fyrra dystinum. Aftur í ár hevur føroyski landsliðsprofilurin verið tryggur í Champions League (Mynd: EPA)

2026-05-06 13:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Füchse Berlin var í Final Four í fjør og skal í kvøld vinna seinnu fjórðingsfinaluni fyri at fáa atgongumerki til stuttligu dystirnar í Köln aftur.

Veszprém vann fyrru fjórïngsfinaluna, sum var í Ungarn hóskvøldið, 35-34.

Hákun West av Teigum uppá øll síni trý skot skoraði í tí dystinum, og liðið var á veg móti størri tapi.

Enn stendur Füchse Berlin sum favorittur at vinna fjórðingsfinaluuppgerðina í Champions League, men tað kann sanniliga gerast spennandi í Max-Schmeling-Halle í kvøld.

Seinna fjórðingsfinalan millum Füchse og Veszprém byrjar klokkan 17.45 føroyska tíð og sæst á Viaplay

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder