Hondbóltur

Kyndil kann tryggja sær FM í Vestmanna í kvøld

Men vinnur VÍF, so verður neyðugt við einari fimtu finalu um føroyameistaraheitið hjá kvinnum. FM1 sigur frá í Vestmanna og til ber at fylgja gongdini ovast á Portalinum.

Fyri viku síðani vann VÍF eftir longda leiktíð og brotskastskapping í Vestmanna (Mynd: Jens Kr. Vang)

Fyri viku síðani vann VÍF eftir longda leiktíð og brotskastskapping í Vestmanna (Mynd: Jens Kr. Vang)

2026-05-06 14:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir tríggjar FM-finalur, harav tvær hava verið ógvuliga tættar, er setningurin púra greiður, nú Kyndil og VÍF hittast fyri fjórðu ferð uppá ellivu dystir:

Vinnur Kyndil dystin í Vestmanna í kvøld, eru tær í grønum greipuvinnarar og føroyameistarar fyri aðru ferð uppá trý ár.

Men vinnur VÍF, so skulu liðini spæla aftur á Hálsi leygardagin 9. mai klokkan 17. Og tá verður vinnarin føroyameistari.

VÍF vann seinast FM í 2019 men hevur við blanding av yngri og eldri lokalum spælarum bjóða Kyndli av seinastu dystirnar. Nógv skal rigga, eins og í 1. hálvleiki sunnudagin, og í sigrinum á heimavølli fyri viku síðani, fyri at VÍF skal koppa Kyndli, sum vann steypafinaluna milluma liðini í februar.

Bjarta Johansen spælir í kvøld møguliga sín seinasta dyst á hægsta stigi fyri Kyndil, sum sjálvandi vil avgerða alt so skjótt sum gjørligt.

FM1 sigur frá dystinum, sum byrjar klokkan 19. Andrias Eriksen verður viðmerkjari í Vestmanna.

Lurta eftir FM1 her ella á vanligu frekvensunum

Til ber eisini at fylgja gongdini ovast á Portalinum, har málskjúttar og annað síggjast. Vit hava eisini myndir og annað frá dystinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder