Hondbóltur

9. umfar: Stórdystir fríggjakvøldið og leygarkvøldið - tríggir dystir sunnudagin

NSÍ tekur ímóti HB klokkan 18.30 8. mai, og dagin eftir klokkan 17 er oddadystur millum B36 og KÍ í Gundadali. Á pappírinum spennandi dystir millum seks tey niðaru liðini eru á skránni sunnudagin 10. mai.

B36 vann á NSÍ mánakvøldið og er nú oddalið, meðan NSÍ er á 2. plássi. Tey spæla móti ávikavist KÍ og HB í spennandi 9. umfarinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

B36 vann á NSÍ mánakvøldið og er nú oddalið, meðan NSÍ er á 2. plássi. Tey spæla móti ávikavist KÍ og HB í spennandi 9. umfarinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-05-06 16:51 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrsti triðingur í áhugaverdu Meistaradeildini hjá monnum kemur at enda um vikuskiftið.

Dystirnir eru nakað spjaddir. Hetta kemst av, at KÍ og NSÍ skulu spæla hálvfinalu í kappingini um Løgmanssteypið mikudagin, og at tað ikki skal gerast alt ov tætt millum dystirnar.

Harvið spælir NSÍ fríggjakvøldið og KÍ leygarkvøldið, og talan er um á pappírium stórdystir - móti teimum báðum stóru havnarfeløgunum.

Dysturin í Gundadali leygardagin er beinleiðis oddadystur, meðan tann við Løkin hóskvøldið kann merkja nógv fyri lagnuna hjá NSÍ og HB frameftir.

Sunnudagin er tríggir á pappírinum tættir dystir á skránni.

[object Object]

Skráin fyri umfarið um vikuskifti (Mynd: FSF)

FM1 sigur frá øllum dystunum, fyriuttan tí í Sørvági. Sum vanligt ber til at fylgja gongdini í øllum dystunum ovast á Portalinum.

[object Object]
Støðan

Sí eisini: B36 var einasti vinnarin í 8. umfari

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder