Hondbóltur

Kyndil er føroyameistari eftir sigur í fjórðu finaluni

Endaði við 30-28 sigri í Vestmanna í kvøld, har Kyndilskvinnur vóru kaldari. Harvið eru tær grønu greipuvinnarar, og hava tær vunnið fimm av teimum seinastu seks stóru steypunum hjá kvinnum.

Stórur fagnaður á teimum í grønum í Vestmanna (Mynd: Sverri Egholm)

Stórur fagnaður á teimum í grønum í Vestmanna (Mynd: Sverri Egholm)

2026-05-06 21:12 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Kyndilskvinnur eru fyri tíggjundi ferð í søguni FM-vinnarar, og hava tær vunnið fimm av teimum seinastu seks stóru steypakappingunum (FM og steypakappingarnar)

Tær grønu tryggjaðu sær greipuna við tvey-máls sigri. Harvið hevur Kyndil vunnið tríggjar finalur, og so er tað í hús.

Sí dómaraseðil og dystargongd her

Talan var um ein heldur óruddiligan, men eisini undirhaldandi og inntensan dyst í Vestmanna. Hann var merktur av, at liðini hava spælt ofta móti hvørjum øðrum og at hetta var fjórði harði dysturin uppá tíggju dagar.

Kyndil var tó kaldari í avgerandi løtuni. Turið Arge Samuelsen varð greiður toppskjútti og gekk á odda við tólv málum. Men ungir spælarar tóku eisini ábyrgd, og í málinum hevði Gylta Djurhuus á Neystabø tólv bjargingar, harumframt onkrar stórar í síðsta dystinum fyri  barndómsfelagið fyribils.

Bjarta Johansen fekk veruliga stoyt í knæðið men spældi í løtum í 2. hálvleiki í sínum síðsta dysti á høgum stigi.

Hóast VÍF gjørdi góðan vørr móti endanum og hótti leiðsluna, so tanðu Bjarta og Kyndil við gullinum eftir 30-28. Munurin var júst ov stórur fyri VÍF, sum tó hevur givið áskoðarunum nakrar góðar finalur.

Myndir, samrøður og annað á veg

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder