Hondbóltur

Eg sat og græt: - Hugsaði tað kundi ikki enda soleiðis

Bjarta Johansen fór út við skaða, men fekk komið innaftur til leiklut í 2. hálvleiki í Vestmanna: - Tað mátti ikki henda aftur, at vit vóru bestar gjøgnum árið, men taptu í fínalum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-05-06 22:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Tað endaði á tindinum, og soleiðis vildi eg gjarna, at gjørdi.

Hetta sigur ein fegin Bjarta Johansen, eftir at enn eitt gull - greipan - er komin í hús við barndómsfelagnum Kyndli. Tað verður tað seinasta, tí drúgvi og dugnaligi strikuspælarin/miðverjin nú gevst at spæla hondbólt.

- Eg veit ikki, hvat eg skal nú, men eg havi ein viktigan fund í morgin klokkan 10, heldur Bjarta flennandi fyri.

Hoyr samrøðuna eftir 30-28 sigurin hjá Kyndli ovast

[object Object]
Ein troytt, rørd og fegin Bjarta Johansen (Mynd: Sverri Egholm)

Fleiri myndir úr Vestmanna her

Sí eisini: Kyndil er føroyameistari eftir sigur í fjórðu finaluni

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder