Hondbóltur

Champions League: Füchse aftur í Final Four eftir drama

Neyðugt varð við brotskastskapping í Berlin í kvøld. Har brendi Hákun West av Teigum, men hinir á heimaliðnum skoraðu, og føroyingurin skoraði annars uppá øll síni skot í fjórðingsfinalunum.

Hákun West av Teigum íChampions League-finaluni í fjør, har føroyski høgri vongurin skoraði sjey mál. Hann verður aftur á stóra pallinum í Köln í juni (Mynd: EPA)

Hákun West av Teigum íChampions League-finaluni í fjør, har føroyski høgri vongurin skoraði sjey mál. Hann verður aftur á stóra pallinum í Köln í juni (Mynd: EPA)

2026-05-06 23:17 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Triðja árið á rað verður ein føroyingur í Final Four í Champions League, og annað árið á rað skal Hákun West av Teigum spæla hálvfinalu og síðani finalu/bronsudyst í størstu hondbóltskappingini fyri lið.

Hetta er greitt eftir dramatiska fjórðingsfinalusigurin hjá Füchse Berlin á ungarska Veszprém.

Veszprém vann við einum máli í Ungarn, og hóast heimaliðið var nógv betri frá byrjan í kvøkd, stóð ikki meira 31-30 á máltalvuni eftir 60 minuttir í kvøld.

Kvøldið í Berlin endaði í brotskastskapping. Har var Hákun West av Teigum ein av teimum, sum misnýtti sítt brotskast: Rodrigo Corrales bjargaði royndini hjá føroyinginum

Øll brotskastskappingin sæst her

Tíbetur fyri Hákun og Füchse skoraðu Nils Lichtlein, Tim Freihöfer, Tobias Grøndahl og til seinast Mathias Gidsel.

Hugo Descat misnýtti fyri Vezprem og vælspælandi Dejan Milosavljev í  Berlin-málinum bjargaði einum skoti. Harvið vann Füchse kappingina úr sjey metrum 4-3 og dystin samanlagt 35-33.

Hákun West av Teigum skoraði bæði skotini, hann hevði í dystinum, og føroyski høgri vongurin var fimm av fimm samanlagt í fjórðingsfinalunum: Hann eigur, eisini við bólkaspælsdystunum, sanniliga sín góða lut í, at Füchse Berlin aftur er í Final Four í Champions League.

Final Four verður spælt mitt í juni. Aalborg og Barcelona hava eisini spælt seg í Champions League-hálvfinalurnar. Væntað verður at Magdeburg ger arbeiðið liðugt í morgin í seinastu fjórðingsfinaluni.

Hæddarpunkt frá í kvøld síggjast niðanfyri. Millum annað eitt flott mál hjá føroyska høgra vonginum í byrjanini  og misnýtta brotskastið, sum tíbetur ikki kostaði, móti endanum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder