Hondbóltur

Video: Strævið men fantastiskt kappingarár - besti mátin at enda uppá í barndómsfelagnum

Gylta Djurhuus á Neystabø hevði eina rúgvu av bjargingum, tá Kyndil fekk greipuna í hús: - Havi lært so nógv av Jovanu, men ógvuliga gott at fáa so stóra ábyrgd í ár, og sjálvsálitið fylgir við, sigur málverjin sum nú skal til Svøríkis.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-05-07 11:14 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Dagsins spælari í steypafinaluni og tá Kyndil kundi avgerða FM-finalurøðina, eisini móti VÍF, stóð Gylta Djurhuus í Neystabø aftur ein frálíkan dyst.

19-ára gamli málverjin bjargaði tólv skotum, harav fleiri bjargingar vóru stórar, og legði upp til tvey við frálíkum útkøstum.

Eftir 30-28 dystin, og tá gullið var komið um hálsin hjá Gyltu og hinum, fingu vit orð á nummar 16 hjá greipuvinnarunum. 

Sí dómaraseðil og dystargongd her

Hon hevur fingið sítt stóra gjøgnumbrot sum fyrstimálverji og eisini gjørt vart við seg á A-landsliðnum. Hoyr Gyltu á Neystabø seta orð á hesa menningina, skiftið til Svøríkis í summar og annað ovast. 

Les eisini: Gylta Djurhuus á Neystabø gjørt sáttmála í Svøríki

[object Object]Gylta Djurhuus á Neystabø hevði eitt gott kvøld millum stengurnar hjá Kyndli (Myndir: Sverri Egholm)

Myndir: Kyndilskvinnur føroyameistarar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder