Fyrra hálvfinalan var satt fýrverk í París: Eitt njótilsli fyri fótbóltselskarar - í øllum førum teimum sum dámar álopskendan fótbólt, ferð og deiligar smálutir í spælinum.
Les meira: Niggju mál uppá 52 leikminuttir: Ørt Champions League-kvøld í París
Seinna hálvfinalan millum PSG og Bayern München gjørdist øðrvísi. Liðini hugsavnaðu seg í størri mun um verjuspælið hesaferð, og týdningurin av dystinum var týðiligur.
PSG legði seg longu á odda í 3. minutti, tá Kvicha Kvaratskhelia fann Ousmane Dembele, sum fann málið.
Men so kom ikki mál aftur í München fyrrenn í 94. minutti, tá Harry Kane helt lív í uppgerðini. Tað var tó ov seint, og PSG vann samanlagt 6-5 á Bayern í hálvfinaluni.
PSG vann Champions League í fjør og skal verja Champions League heiti í Budapest 30. mai. Tá verður Arsenal
Sí eisini: Arsenal spældi seg í Champions League-finaluna fyri fyrstu ferð í tjúgu ár
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald