Oyggjaleikirnir verða í Føroyum í 2027 og tá verður brúk fyri nógvum sjálvbodnum. Fyrireikararnir hava nú sent eina fjølbroytta starvslýsing út.
Mett verður at brúk verður fyri millum 1200 og 1500 fólkum til alskyns uppgávur - alt frá servering og vakt til KT, tøkni ella at vera eitt av mongu spyr meg-fólkunum.
Á oyggjaleikunum í Føroyum koma 3000 íðkarar til Føroya at kappast í heili 14 ítróttagreinum.
Aftur fyri sítt tak fáa tey sjálvbodnu búna, mat, eina rimmar veitslu, eins og tey kunnu prýða sítt lívsrensl við arbeiðsroyndum frá Føroya størsta ítróttatiltaki.
Oyggjaleikirnir vera í døgunum 3. - 9. juli 2027.
Til ber at skriva seg upp sum sjálvboðin á heimasíðuni hjá Oyggjaleikunum fyri 2027 her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald