Hondbóltur

Jóhan móti Óla í DM-hálvfinalunum

Jóhan á Plógv Hansen og Skanderborg AGF hava vunnið sín endaspælsbólk, og GOG endar nummar tvey í sínum. Liðini hittast til fyrstu av møguliga trimum hálvfinalunum 20. mai.

Ferfaldi føroyski heimsmeistarin á høgra vongi hevur havt lyklaleiklut hjá Skanderborg AGF í sínari afturvendan (Mynd: EPA)

Ferfaldi føroyski heimsmeistarin á høgra vongi hevur havt lyklaleiklut hjá Skanderborg AGF í sínari afturvendan (Mynd: EPA)

2026-05-07 19:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tá teir spældu fyri ávikavist Flensburg-Handewitt og IK Sävehof hittust lið teirra í European League-miðumfarinum. Í ár hava teir spælt grundspælsdystir í Danmark fyri ávikavist Skanderborg AGF (SAH) og GOG, og skjótt skulu Jóhan á Plógv Hansen og Óli Mittún spæla avgerandi dystir.

Hetta fyri at royna at røkka DM-finalunum.

Nú eitt umfør restar í av endaspælsbólkunum, eru SAH og GOG tryggjaði hálvfinaluplásss. Og tað er greitt, at Jóhan á Plógv Hansen og teir fara at vinna sín bólk, meðan GOG endar á 2. plássi í sínum.

Sí eisini: Óli nærum órstyriligur tá GOG tryggjaði hálvfinaluplássið

Harvið skulu feløgini spæla hálvfinalur móti hvørjum øðrum. Tann fyrsta verður í Aarhus mikudagin 20. mai, hálvfinala nummar tvey í Svendborg leygardagin 23. mai, og um liðini vinna hvør sína, skal alt avgerast í Aarhus 26. mai.

Favoritturin í kappingini, Aalborg, skal spæla Mors-Thy Håndbold ella TTH Holstebro í hinari hálvfinalurrøðini, har man skal vinna tveir dystir fyri at koma í finalurnar.

Liðini spæla seinasta dystin í bólkunum, og undan landsliðssteðginum, um vikuskifti. Teir hava ongan veruligan týdning fyri SAH og GOG.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder