Í 2023 gjørdust Dánjal Ragnarsson og Janus Dam Djurhuus íslendskir meistarar við ÍBV, og í fjør vann Silja Arngrímsdóttir Müller meistaraheitið í Íslandi við kvinnuliðið Vals.
Nú eru Allan Norðberg og Bjarni í Selvindi eisini íslendskir meistarar. Hetta er greitt, eftir at Valur í kvøld vann fimtu finaluna móti FH í proppfullari og larmandi høll á Hlíðarenda í Reykjavík, har millum annað nakrir føroyingar vóru til staðar.
Heimaliðið var á odda so at siga allan dystin, men FH hekk í, og tað var bert eitt mál á muni, tá samanum kom. FH fekk eisini tey seinastu 23 sekundini til at javna, eftir at Valur-toppskjúttin Arnór Snær Óskarsson hevði brent brotskast.
Men verjan hjá Vali var sterk í kvøld - millum annað við Allani Norðberg í høgru síðu. Hann skoraði sjálvur tvey mál í kvøld og spældi samfullar 60 minuttir.
![]()
Royndi Allan Norðberg hevur vunnið enn eitt gull við Vali
32-ára gamli strandingurin hevur verið í íslendskum hondbólti síðani 2018 og í Vali seinastu trý árini. Í 2024 vann vongurin steypakappingina og European Cup, og nú er hann meistari saman við millum annað Bjarna í Selvindi.
Skálamaðurin skifti til Reykjavík-felagið, eftir at hann hevði verið stórur álopsprofilur hjá StÍF og í føroysku deildini í nøkur ár.
Tað hevur Bjarni eisini verið í Íslandi, og í kvøld skoraði hann fýra mál; millum annað eitt sera týðandi og flott til 26-23. Umframt hetta, legði bakkurin upp til fleiri afturat - millum annað einaferð til Allan.
Sí tøl og meira frá dystinum á mbl.is
![]()
Bjarni í Selvindi til høgru her eftir landsliðssigur - nú hevur 23-ára gamli skálamaðurin vunnið gull í Íslandi
Valur tapti finalurnar í fjør, og tí er tað eyka søtt í ár, har fimm finalur skuldu til - og eftir at FH vann fjórðu finaluna eftir tvífalda longda leiktíð.
3-2 í dystum, og føroysku landsliðsspælararnir kunnu nú stórfegnast um steyp - áðrenn Bjarni í Selvindi og Allan Norðberg í næstu viku fara við landsliðnum til lagnudystir um HM-pláss við góðum sjálvsáliti.
Portalurin ynskir Allani og Bjarna hjartaliga tillukku við meistaraheitinum.
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald