2026-05-08 13:03
Í morgin, leygardagin 9. mai, hátíðarheldur felagið Tórshavn Boksing at tað eru liðin 10 ár síðan felagið varð sett á stovn.
Dagurin verður hátíðarhildin í hølunum hjá felagnum í kjallarahæddini undir Badmintonhøllini á Gundadalsvegi 12.
Á middegi verða dyrnar latnar upp, og øll eru vælkomin á gólvið til eitt prát, hugna og hyggja eftir boksing. Meðan opið hús tiltakið er, hevur felagið nakrar venjingar koyrandi.
Eisini verða røða hildin, og gávur handaðar, m.a. frá vinafelag í Danmark. Tiltakið endar klokkan 15.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald