Seinasta umfar í fyrsta triðinginum í Meistaradeildini hjá monnum fer av bakkastokki klokkan 18.30, tá NSÍ tekur ímóti HB.
Heimaliðið, uttan profilar sum Klæmint Andrasson Olsen og Brand Hendriksson og eftir tveir dystir uttan sigur, skal royna at leggja seg á odda aftur í Betrideildini.
HB skal eisini royna at koma aftur á sigurskós eftir eina tunga gongd. Spælið hevur ikki sitið, og eitt ávíst trýst er á liðnum hjá André Olsen sum er heldur langt frá stuttligastu plássunum.
Sí eisini: B36 var einasti vinnarin í 8. umfari
Per Dávidsson Jacobsen sigur frá við Løkin. Lurta eftir FM1 her
Áðrenn tað hitar FM1 upp við Fótbóltsskýlinum, har Niels Petersen og Jákup Ósa vitja. Viðmerkjararnir, sum ávikvist siga frá og skriva um fótbólt, fara at hyggja eitt sindur eftir fyrsta triðinginum sum heild, rákinum og fram móti umfarinum.
Trygvi Absalonsen skipar fyri Fótbóltsskýlinum, sum byrjar eftir tíðindini klokkan 17. Tað vil siga áleið klokkan 17.15.
![]()
Niels Petersen, frásøgumaður (Mynd: jn.fo)
Skráin fyri umfarið:
![]()
Skráin fyri umfarið um vikuskiftið (Mynd: FSF)
FM1 sigur frá fýra dystum. Sum vanligt ber til at fylgja gongdini í øllum dystunum ovast á Portalinum.
![]()
Støðan
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald