Fótbóltur

AGF er danskur meistari fyri fyrstu ferð í 40 ár

Meistaraheitið kom í hús við 2-0 sigri á Brøndby Stadion í næstseinasta umfari og harvið veitslulag í Aarhus. Andras Gango er málmansvenjari hjá nýggju donsku meistarunum. Sí nakrar myndir eisini.

Meistarafagnaður í Brøndby - hjá AGF'arunum (Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix)

Meistarafagnaður í Brøndby - hjá AGF'arunum (Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix)

2026-05-10 22:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í næstseinasta umfari í Superliguni fóru tey bæði liðini, sum hava stríðst um meistaraheitið, ein túr til Sjælland. FC Midtjylland spældi fyrst - í Farum.

Har snávaði FC Midtjylland, annan dystin á rað, og harvið var tað á einum silvurfati hjá AGF: Við sigri móti  skinklandi Brøndby á Brøndby Stadion, har AGF í 2024 oyðiligi meistaramøguleikan hjá Brøndby, fór danska meistaraheitið til Aarhus fyri fyrstu ferð síðani 1986.

AGF tók av. Longu í 3. minutti var 1-0 (Henrik Dalsgaard) og eftir 25 minuttir (Kevin Yakob) 2-0.

Eitt rakt Brøndby-lið megnaði ikki at svara aftur, og harvið hevur meistaraveitsla verið í Aarhus í kvøld, meðan harmljóð er í Midtjyllandi: FCM kann tó framvegis vinna steypakappingina, sum er móti FCK Kr. Himmalferðardag klokkan 11.

[object Object]AGF-spælarar fegnast saman við legenduni Stig Tøfting, sum nú er viðmerkjari hjá Viaplay  (Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix)

[object Object]Jakob Poulsen hevur vunnið DM við FC Midtjylland - nú vann hann tað sum venjari hjá AGF (Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix)

[object Object]

(Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix)

[object Object]
Sum verða man: Veitslulag í skiftingarrúminum og eisini í Aarhus, har steypið verður lyft í næstu viku (Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix)

Gullveitslan verður í næststørsta danska býnum næsta sunnukvøld, tá Viborg vitjar. Ein, sum fer at fáa gullheiðursmerki tá, er Andras Gango. 

Ungarin kom til Føroya og ÍF í 2007, og eftir at hava eisini spælt við NSÍ, KÍ, 07 Vestur, aftur NSÍ og síðani Skála í fremstu føroysku deildini. Andras Gango var leingi málmansvenjari á U21-landsliðnum og síðani A-landsliðnum í nøkur ár. 

Uttanfyri landoddarnir hevur hann starvast í Tromsø, Vejle og seinastu tvey árini í AGF, sum nú er á tindinum í Danmark.

[object Object]
Andras Gango var leingi í føroyskum fótbólti - sum málverji og sum málverjuvenjari (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

Hetta er sættu ferð síðani stovnanina í 1980 at "Aarhus Gymnastikforening af 1880" vinnur danska meistaraheitið.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder