Fótbóltur

Video: Fyrsta málið hjá Ari Olsen fyri Vendsyssel

Høgri bakkurin av Strondum skoraði seinasta málið í týðandi 3-1 sigri. Í løtuni liggur Vendsyssel væl til uppflyting.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-05-10 23:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í vetur skifti hann úr Víkingi til Vendsyssel - fyri fyrstu ferð til lið uttanfyri landoddarnar.

Ari Olsen hevur nú spælt ellivu kappingardystir fyri liðið í triðbestu donsku deildini. Og hann hevur ikki roynt at tapt enn.

Sigurin í Næstved leygardagin var tann fjórði á rað í ovara endaspælinum, og hann gjørdi, at Vendsyssel økti um munin til júst Næstved í stríðnum um annað øðrum uppflytingarplássinum. 

27-ára gamli føroyski bakkurin og liðfelagarnir byrjaðu annars illa, tí eftir tíggju minuttir var 1-0.

Men bert ein minutt seinni vann Vendsyssel brotsspark, og Næstved fekk reytt kort, Hóast Vendsyssel brendi eitt brotsspark stutt seinni, so var skjótt 3-1 til útiliðið.

Tað var nummar 22, Ari Olsen, sum skoraði seinasta málið í sambandi við eitt hornaspark, har høgri bakkurin fekk prikað bóltin í netið.

Fimm umfør resta í hjá Ari og teimum, og Vendsyssel, á 2. plássi, hevur seks stig niður til Næstved. Tvey lið fara upp í næstbestu deildina.

Sí støðuna her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder