Hondbóltur

HM-lagnan verður greið leygarkvøldið - langur ferðadagur í dag

Fyrri HM-røkkstøkkdysturin hjá føroysku monnunum verður í býnum Tuzla hóskvøldið. Liðið kemur ikki uppá pláss har fyrr enn einaferð í nátt. Áðrenn er venjing á skránni í Danmark, umframt nakrar flogferðir og síðani busstúrur í Bosnia - Portalurin og FM1 eru við á ferðini.

Spælarar hjá føroyameistarunum úr H71, umframt aðrir sum eru heima, skulu saman við pørtum av venjara- og leiðaratoyminum eftir ætlan flúgva klokkan 08.20. Um middagsleitið er venjing á skránni í Valby við teimum flestu spælarunum (Mynd: Egin Tollaksson Kass)

Spælarar hjá føroyameistarunum úr H71, umframt aðrir sum eru heima, skulu saman við pørtum av venjara- og leiðaratoyminum eftir ætlan flúgva klokkan 08.20. Um middagsleitið er venjing á skránni í Valby við teimum flestu spælarunum (Mynd: Egin Tollaksson Kass)

2026-05-11 06:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri føroyska landsliðshópin verður talan um ein langan dag. Serliga fyri teir spælarar og leiðarar, sum í skrivandi stund seta kósina, ella hava sett kósina, móti flogvøllinum í Vágum.

Spælarar hjá føroyameistarunum úr H71, umframt aðrir sum hava verið heima, skulu saman við pørtum av venjara- og leiðaratoyminum eftir ætlan flúgva klokkan 08.20.

Um middagsleitið er venjing á skránni í Valby við teimum flestu spælarunum í 16-mans hópinum. Seint seinnapartin verður flogið til Wien og í kvøld, beint eftir klokkan 21, til Sarajevo.

Flogtúrurin til bosniska høvuðsstaðin er tann styttsti á degnum, men "afturfyri" bíðar ein busstúrur á umleið tveir og ein hálvan tíma føroyska ferðalagnum. Harvið verður man ikki frammi fyrrenn í nátt.

Endastøðin er Tuzla. Tað er í býnum í landnyrðingspartinum av Bosnia-Hersegovina, at føroysku hondbóltsmenninir hósdagin klokkan 19 spæla fyrra HM-lagnudystin.

Sí eisini: Bert 48 tímar millum dystarbyrjan í Bosnia og við Tjarnir

Liðini spæla aftur við Tjarnir leygarkvøldið. Samanlagdi vinnarin kemur víðari til HM-endaspælið í januar 2027

Portalurin og FM1 eru við á ferðini til Bosnia-Hersegovina. Vit hava beinleiðis sendingar úr Bosnia á FM1 týsdag-hósdag klokkan 11 og hava ymiskt annað tilfar á Portalinum og á fm1.fo.

---------------------------------------------------------------

Hópurin til HM-røkkstøkkdystirnar:

Málverjar:
Pauli Jacobsen, Sandnes (NOR)
Tóraldur Kollsker H71 *

Bakkar:
Bjarni í Selvindi, Valur (IS)
Tróndur Mikkelsen, HF Karlskrona (SWE)
Rói Ellefsen á Skipagøtu, IF Hallby HK (SWE)
Óli Mittún, GOG (DEN)
Pauli Mittún, Team Sydhavsøerne (DEN)
Vilhelm Poulsen, TSV Hannover-Burgdorf (GER)

Bakspælari/Verjuspælari/Strika: 
Peter Krogh, H71 *

Vengur:
Rói Berg Hansen, Køge Håndbold (DEN)
Leivur Mortensen, HV København (DEN)
Hákun West av Teigum, Füchse Berlin, (GER)
Allan Norðberg, Valur (ISL)

Strikur:
Teis Horn Rasmussen, Ribe-Esbjerg HH (DEN)
Pætur Mikkjalsson, Team Sydhavsøerne (DEN)
Helgi Hildarsson Hoydal, H71 

* Nýggir í mun til seinasta hóp

Fyrri røkkstøkkdysturin:
Hósdagin 14. mai, Tuzla (Bosnia)
19.00: Bosnia&Hersegovina - Føroyar

Seinni røkkstøkkdysturin:
Leygardagin 16. mai, við Tjarnir
19.00: Føroyar - Bosnia&Hersegovina

Les eisini: Peter Krogh og Tóraldur Kollsker aftur á landsliðnum til lagnudystirnar - Elias og Ísak skaddir

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder