Hondbóltur

Jesper Bak avloysir Hjalta Mohr Jacobsen í Kyndli

Danin hevur áður staðið á odda fyri bestu mansliðunum hjá StíF og VÍF og hevur nú skrivað undir tvey-ára sáttmála hjá silvurliðnum í 2026.

Jesper Bak á Hálsi sum StÍF-venjari. Har skal danin hava heimavøll næstu kappingarárini. Hann fór í november úr starvinum hjá StÍF (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Jesper Bak á Hálsi sum StÍF-venjari. Har skal danin hava heimavøll næstu kappingarárini. Hann fór í november úr starvinum hjá StÍF (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-05-11 08:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í 2024 vann Kyndil fyrsta FM-heitið á manssíðuni í 18 ár. Tá var tað við Hjalta Mohr Jacobsen, fyrrverandi spælara í felagnum, sum høvuðsvenjara.

Júst farna kappingarárið gjørdist talan um tvey silvurheiðursmerki hjá Kyndli, og seinasti dystur hjá Hjalta sum høvuðsvenjari í barndómsfelagnum - í øllum førum fyribils - var triðja FM-finalan í Hoyvík.

Tað hevur verið vist eina løtu, at hjálparvenjarin á A-landsliðnum og annar av ársins venjarum í føroyskum ítrótti 2025, ikki fór at halda fram. 

[object Object]
Hjalti Mohr Jacobsen eftir dysti hjá Kyndli. Hann vann FM við felagnum í fjør og HM-bronsu (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Harumframt var Hjalti Mohr Jacobsen hjálparvenjari, tá Føroyar vunnu EM-undanbólkin og í januar vóru til endaspæl í Oslo. Hesa vikuna skal liðið royna at spæla seg til HM 2027 . Hjalti heldur fram undir liðuni á Peter Bredsdorff-Larsen (Mynd: Sverri Egholm)

Í gjárkvøldið gjørdist greitt, at avloysarin hjá Hjalta Mohr Jacobsen í Kyndli verður Jesper Bak.

40-ára gamli danin er ikki ókendur ó føroyskum fótbólti. Fyrsti var hann høvuðsvenjari hjá mansliðnum og dreingjaliðunum hjá VÍF og frá á heysti 2023 og tvey ár fram: Tað sama í StÍF. Samstarvið millum Bak og StÍF endaði í november.

Sí eisini: StÍF skal hava nýggjan venjara til mansliðið

Umframt sínar royndir sum venjari hjá VÍF og STÍF, hevur Jesper hondbóltsútbúgving úr Danmark. Við drúgvum royndum frá feløgum sum Skanderborg og Odder, har hann hevur arbeitt miðvíst við talentmenning, tekur hann við sær nýggjan íblástur og eina profesionella tilgongd til høvuðsstaðarfelagið, skrivar Kyndil, ið eisini vísir á innlitið vegna arbeiði hjá venjaranum í Hondbóltssambandi Føroya:

- Jesper hevur eitt framúr gott yvirlit yvir føroysku deildina og leikararnar. Harumframt hevur hann drúgvar royndir sum hjálparvenjari hjá U18-landsliðnum (U08) hjá monnum sum ger, at hann kennir teir flestu av okkara ungu og evnaríku leikarum sera væl.

Við hesum er ætlanin, at miðvísa menningin skal halda fram, og at man fer at síggja fleiri av teimum egnu evnaríku spælarunum í Kyndli á besta mansliðnum næstu tíðina.

Sáttmálin millum Kyndil og Jesper Bak, er galdandi komandi tvey árini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder