Fótbóltur

Heini Vatnsdal og Jógvan Gullfoss skulu sita uttanfyri í nakrar vikur

Báðir hava verið týðandi fyri B36 í ár, og báðir fingu fipurspreinging í baklæri í síðstu viku. Landsliðssteðgurin byrjar um tríggjar vikur.

Heini Vatndal fær viðgerð eftir skaða, sum sterki verjuspælarin fekk móti KÍ leygardarkvøldið. Tað var ikki knæðið, ið nógv uttanfyri annars stúrdu fyri, tá hann setti seg niður (Mynd: Sverri Egholm)

Heini Vatndal fær viðgerð eftir skaða, sum sterki verjuspælarin fekk móti KÍ leygardarkvøldið. Tað var ikki knæðið, ið nógv uttanfyri annars stúrdu fyri, tá hann setti seg niður (Mynd: Sverri Egholm)

2026-05-11 16:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Beint fyri steðgin leygarkvøldið, hildu tey flestu B36-viðhaldsfólkini nærum ondini. Tað, sum ikki mátti henda, sá út til at verða hent undir oddadystinum móti KÍ:

Heini Vatnsdal hevði sett seg niður uttan at hava beinleiðis verið í samband við aðrar spælarar í støðuni áðrenn.

Royndi vágbingurin hevur helst verið besti verjuspælari í deildini higartil í ár - og millum bestu spælararnir yvirhøvur. Eftir nógv skaðadarvaði ár, millum annað í fjør við B36, hevur Heini Vatnsdal higartil í ár spælt allar dystirnar í miðverjuni hjá B36, sum kappast í oddinum.

Sí eisini: NSÍ oddalið eftir fyrsta triðingin: B36 eitt stig aftanfyri og KÍ trý

Trupulleikar hava verið við knænum, men hetta vísti seg - í lutfalsligt mát - tíbetur ikki at vera enn eitt slysni (ein fipurspreinging) í baklærinum. 

[object Object]
Heini Vatnsdal hevur verið skaðafríur higartil í 2026, og hevur tað havt stóran týdning fyri B36 (Mynd: Sverri Egholm)

Slíkur skaði tekur tó nakrar vikur - júst talið veldst um slag av fipur, og hvussu tað lekir. Tað kann í øllum føram verða ein smietur fyri B36, sum eftir fyrsta triðing er eitt stig frá 1. plássinum.

Í hinum oddadystinum í Gundadali í síðstu viku, mánadagin móti NSÍ, fekk ein annar fastur spælari hjá B36 slysni. 

22-ára gamli Jógvan Kárason Gullfoss fekk sítt gjøgnumbrot á besta liðnum hjá barndómsfelagnum í fjør, og hevur hann av álvara gjørt bart á miðvøllinum í ár. 

At hann nú eisini er skaddur í baklærinum kann sanniliga eisini fara at merkjast; tó kom blaðungi Djóni Sivertsen inn og loysti uppgávuna fyrimyndarliga væl móti KÍ.

[object Object]Orkuríki og ágangandi Jógvan Kárason Gullfoss í nærdysti við Noah Mneney fyrr í ár. Hann hevði, eins og Heini Vatnsdal, spælt allar dystirnar í ár fyri B36 áðrenn snuddin (Mynd: Sverri Egholm)

Trý umfør eru undan landsliðssteðginum, og tað er eingin vón um, at Gullfoss og Vantsdal verða tøkir til hesar dystirnar:

Dystirnir hjá B36 restina av mai:
17. mai (10. umfar): Skála - B36
25 mai (11. umfar): B36 - 07 Vestur
30. mai (12. umfar): B68 - B36

Tríggir dystir har B36 er favorittur, og so er vónin at hava Heina Vatnsdal og Jógva Kárason Gullfoss aftur til stórdystin við Løkin 13. juni. Tá eru nærum fimm vikur farnar hjá síðstnevnda og yvir fýra vikur hjá Vatnsdal - heldur ilt er at siga, hvør kemur fyri seg fyrst, men tíðarlinjan man líkjast nakað.

Heini Vatnsdal var í mars við A-landsliðnum fyri fyrstu ferð í yvir trý ár - hevur sum sagt verið skaðadarvaður seinastu kappingarárini. Harvið verður sterki miðverjin mest sannlíkt ikki tøkur til Baltic Cup.

Jógvar Kárason Gullfoss er U21-landsliðsspælari, men liðið hevur ongan dyst í vindeyganum í juni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder