Sarajevo, Bosnia (Portalurin): Geisp, róligt prát, filmur ella spæl og nakað av svøvni.
Føroysku hondbóltsmenninir hava seinastu tímarnir roynt at fingið ferðatíðina at ganga sum frægast.
Les eisini: HM-lagnan verður greið leygarkvøldið - landur ferðadagur í dag
Eftir flogtúr úr Føroyum hjá summum, síðani venjing í Valby og flogferð úr Keypmannahavn var tíð til ein bita á stóra flogvøllinum í Wien. Hiðani var flogferð á ein tíma til Sarajevo.
Hoyr samrøðu við Hákun West av Teigum, gjørd á flogvøllinum í Wien, her:
- Vóni ikki tað verður sum í Nordðrmakedónia hóskvøldið - høgar vónir til Tjarnir leygarkvøldið
Her lendi føroyska ferðalagið stutt fyri klokkan 23 føroyska tíð, sum er midnátt lokal tíð.
Ferðadagurin er tó ikki liðugur enn. Føroyar skulu ikki spæla í Sarajevo, men í Tuzla. Nú gongur leiðin við bussi til býin í landnyrðingspartinum av Bosnia-Hersegovina, har Føroyar spæla fyrra HM-røkkstøkk dystin hóskvøldið (Klokkan 19 føroyska tíð)
Hesin busstúruin tekur hálvan triðja tíma, so tað verður gott við nógvum náttar- og morgunsvøvni skjótt. Seinnapartin í morgin halda fyrireikingarnar fram í Tuzla.
Sí nakrar myndir niðast
Fyrri røkkstøkkdysturin:
Hósdagin 14. mai, Tuzla (Bosnia)
19.00: Bosnia&Hersegovina - Føroyar
Seinni røkkstøkkdysturin:
Leygardagin 16. mai, við Tjarnir
19.00: Føroyar - Bosnia&Hersegovina
Samanlagdi vinnarin hesa vikuna kemur víðari til HM-endaspælið í januar 2027.
--
Portalurin og FM1 eru við á ferðini til Bosnia-Hersegovina. Vit hava beinleiðis sendingar úr Bosnia á FM1 týsdag-hósdag klokkan 11 og hava ymiskt annað tilfar á Portalinum og á fm1.fo.
--
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald