Hondbóltur

Myndir: Væl vardir í Bosnia

Løgreglufylgi til gomlu og slitnu høllina, har føroyska liðið í stóran mun vandi verjuspæl sum fyrireiking til fyrra HM-røkkstøkkdystin móti Bosnia. Teis Horn Rasmussen vandi ikki við. Sí myndir frá venjingini.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2026-05-12 18:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tuzla, Bosnia (Portalurin): Á gistingarhúsinum eru nøkur løgreglufólk, sum eru har, bert tí føroyska manslandsliðið í hondbólti er har.

Á stutta koyritúrin til og frá dystarhøllini, har føroyska liðið vandi seint seinnapartin, var løgreglufylgi frammanfyir bussin (politieskorta). Sirenan varð nýt, og løgreglufólk steðgaði eisini onkrum bili, áðrenn snarað var inn til stóru og slitnu høllina.

Kanska ein ávís sjarma, men høllin, har Føroyar skulu spæla fyrra HM-røkkstøkkdystin hósdagin, er ikki vælhildin.

Eftir upphiting, harímillum ein málleysan fótbóltsdyst, vandu teir á føroyska liðnum í størstan mun verjuspæl. Hetta var undirtalsverja, 6 móti 6 og í 6 móti 7.

Ísak Vedelsbøl er ikki við vegna skaða, og hann hevur havt stóran leiklut í miðverjuni seinstu tíðina. Og so manglar Elias Ellefsen á Skipagøtu sjál

Teis Horn Rasmussen vandi ikki við, tí hann var illa fyri í dag.

Onkrar álopsstøður og fyrsta bylgja var eisini á skránni. Føroyska liðið hevur havt ymiskar taktiskar fyrireikingar í dag - liðið venur aftur seinnapartin í morgin.

Sí myndir frá venjingini í dag niðast

Fyrri røkkstøkkdysturin:
Hósdagin 14. mai, Tuzla (Bosnia)
19.00: Bosnia-Hersegovina - Føroyar

Seinni røkkstøkkdysturin:
Leygardagin 16. mai, við Tjarnir
19.00: Føroyar - Bosnia-Hersegovina

Samanlagdi vinnarin hesa vikuna kemur víðari til HM-endaspælið í januar 2027.

Sí eisini: Íslendsku meistararnir: HM-pláss hevði verið krúnan á verkinum hendan mánaðin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder