Hondbóltur

Beinleiðis úr Bosnia klokkan 11: Løgmaður, liðleiðarin og systkinabørnini

Í sendingini á FM1 í tosa vit við Róa Ellefsen á Skipagøtu og Paula Mittún, sum fáa seg royndar, við Høgna Vilhelmsen, liðleiðara, og so hava vit løgmann á tránum: Beinir Johannesen hevur sjálvur spælt týðandi hondbóltsdyst í júst Tuzla.

Pauli Mittún og Rói Ellefsen á Skipagøtu í Bosnia-Hersegovina (Mynd: Sverri Egholm)

Pauli Mittún og Rói Ellefsen á Skipagøtu í Bosnia-Hersegovina (Mynd: Sverri Egholm)

2026-05-13 09:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tuzla, Bosnia (Portalurin): Føroyska manslandsliðið í hondbólti spælir í morign fyrra HM-røkkstøkkdystin (play-off) móti Bosnia.

Portalurin og FM1 fylgja gongdini á staðnum, og í dag klokkan 11 føroyska tíð er onnur sendingin á skránni.

Longri samrøða verður við systkinabørnini Róa Ellefsen á Skipagøtu og Paula Mittún, sum skulu tosa um hondbóltslívið, um Bosnia og eisini svara uppá, hvussu væl teir kenna hvønn annan.

Høgni Vilhelmsen hevur verið liðleiðari í yvir eitt og eitt hálvt ár, og hann kemur eisini framvið mikrofonini.

Og so ringja vit til Beinir Johannesen: Áðrenn hann gjørdist løgmaður var hann sum strikuspælari júst í Tuzla og umboðaði Team Klaksvík og føroyskan hondbólt í evropeiskum dysti.

[object Object]
Team Klaksvík royndi seg í Tuzla í 2023 

Lurta eftir FM1 her ella á vanligu frekvensunum

Hoyr sendingina frá í gjár her: Spurningar og HM-vónir við Allani, Bjarna, Róa og Teis

Video: - Ganga í sínari egnu boblu

Sí eisini: Íslendsku meistararnir: HM-pláss hevði verið krúnan á verkinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder