Annað

Rajko Petrovic skal nú venja Fleyr

Ársins flogbóltsvenjari flytir úr Sørvági til Havnar at venja.

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2026-05-13 10:50 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Royndi serbiski venjarin, Rajko Petrovic, sum hetta kappingarárið aftur hevur verið høvuðsvenjari hjá SÍ, skal vera venjari í Havn komandi kappingarár.

Flogbóltsfelagið Fleyr boðar í dag frá í stuttari dagføring á Facebook, at felagið hevur gjørt avtalu við Rajko Petrovic at venja bæði menninar og kvinnurnar í meistaradeildini komandi kappingarár.

Petrovic hevur vunnið hópin av sigrum fyri SÍ Flogbólt, og varð kosin ársins venjari hjá monnunum fyrr í mánaðinum. 

[object Object](Mynd: Fleyr)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder