Fótbóltur

Hálvfinalubrak í Klaksvík klokkan 18.30

FM1 sigur frá KÍ-NSÍ og til ber eisini at fylgja gongdini ovast á Portalinum.

KÍ og NSÍ leggja fyri í hálvfinalunum. Nummar trý og eitt í Meistaradeildini spældu javnleik í Klaksvík fyrr í ár (Mynd: Sverri Egholm)

KÍ og NSÍ leggja fyri í hálvfinalunum. Nummar trý og eitt í Meistaradeildini spældu javnleik í Klaksvík fyrr í ár (Mynd: Sverri Egholm)

2026-05-13 12:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hesa vikuna eru fyrru hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið á skránni - tær seinnu verða spældar síðst í juni.

Talan er um stóruppgerðir, har samanlagdi vinnararnir koma í steypafinaluna, sum verður spæld 5. september. 

KÍ og NSÍ leggja fyri í hálvfinalunum. Nummar trý og eitt í Meistaradeildini, sum spældu javnleik í Klaksvík fyrr í ár, bresta saman klokkan 18.30.

Lagt er upp til tættan dyst um besta útgangsstøði. 

FM1 sigur frá dystinum: Trygvi Absalonsen og Niclas Niclasen sita klárir í Klaksvík stutt fyri klokkan 18.30.

Til ber eisini at fylgja gongdini ovast á Portalinum

Lurta eftir FM1 her ella á vanligu frekvensunum

Víkingur og HB spæla fyrru hálvfinalu í morgin, Kristi Himmalferðardag, klokkan 15. FM1 sigur eisini frá tí dystinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder