Hondbóltur

Myndir: Seinasta venjing undan brakinum í Bosnia

Í dag vandi Teis Horn Rasmussen við, og føroyingarnir hugsavnaðu seg mest um álopsspælið. Fyrri HM-røkkstøkkdysturin verður spældur hóskvøldið klokkan 19: Til ber at fylgja við á FM1 og á Portalinum.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2026-05-13 17:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tuzla, Bosnia (Portalurin): Í mun til í gjár, vóru mál í fótbóltsdystunum undir upphitingini í SKPC "Medjan" Tuzla. 

Teir yngru vunnu fult uppiborið við góðari hjálp frá 40-ára gamla hjálparvenjaranum: Eyðsýndi Hjalti Mohr Jacobsen skoraði fyrst, áðrenn Óli Mittún og Bjarni í Selvindi syrgdu fyri snildum máli til 2-0. Teir annars ófarligu eldru fingu eitt troystarmál takkað verið Teis Horn Rasmussen.

Júst Teis vandi ikki í gjár, tí sterki strikuspælarin og miðverjin var heldur illa fyri. Tíbetur vandi hann fulla venjing í dag, har serliga álopsspælið var í fokus - í gjár var tað verjan.

Myndir: Væl vardir í Bosnia

Ikki óvæntað sær tað út til, at Føroyar fara at nýta 7 móti 6-spælið nógv, og tað verður við Óla Mittún í miðdeplinum. Elias Ellefsen á Skipagøtu er ikki við, og merkir føroyska spælið á onkran hátt. Ymiskar samansetingar vórðu royndar í bakketuni, og eisini 6 móti 6 varð fínpussað.

Sí eisini: Nú skulu nógvir taka ábyrgd - tíðin er búgvin hjá okkum at koma til HM

Fyrri HM-røkkstøkkdysturin verður spældur her í morgin, Kristi Himmalferðardag, klokkan 19 føroyska tíð.

FM1 sigur frá og til ber at fylgja gongdini á Portalinum - í livescore og í bloggi.

Sí myndir frá venjingini í dag niðanfyri: 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder