Hondbóltur

Beinleiðis úr Bosnia klokkan 11: Føroyskir fjepparar, hjálparvenjarin og metingar um dystin

Dystardagur í Tuzla og tveir áskoðarar eru komnir allan vegin úr Klaksvik: Jákup Mikkelsen (Bigge) og Per Jacobsen greiða frá, áðrenn Hjalti Mohr Jacobsen kemur til mikrofonirnar. Lurta á FM1 frá klokkan 11.

Barndómsvinirnir úr Klaksvík, Jákup Mikkelsen - best kendur sum

Barndómsvinirnir úr Klaksvík, Jákup Mikkelsen - best kendur sum "Bigge", og Per Jacobsen. Teir vóru eisini við í Kosovo í fjør, tá Føroyar endaliga spældu seg til EM, og hava teir nógv at fortelja (Savnsmynd úr Pristina - Sverri Egholm)

2026-05-14 07:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tuzla, Bosnia (Portalurin): Í kvøld klokkan 19 føroyska tíð bresta Bosnia og Føroyar saman í fyrra røkkstøkkdystinum (play-off) um pláss í HM-endaspælinum í januar 2027. Samanlagdi vinanrin av dystinum her í kvøld og við Tjarnir kemur víðari til HM-endaspælið, sum verður í Týsklandi í januar 2027. 

Undankapping til HM 2027, fyrri røkkstøkkdysturin:
Hósdagin 14. mai, Tuzla (Bosnia)
19.00: Bosnia-Hersegovina - Føroyar

Seinni røkkstøkkdysturin:
Leygardagin 16. mai, við Tjarnir
19.00: Føroyar - Bosnia-Hersegovina

Sí eisini: Soleiðis spæla Føroyar seg til HM-endaspælið

FM1 sigur frá dystinum við upptakt úr stóru og slitnu dystarhøllini frá klokkan 18.30 føroyska tíð - til ber eisini at fylgja gongdini í bloggi og livescore á Portalinum.

Vit senda eisini frá gistingarhúsinum hjá hópinum klokkan ellivu. Umframt at hoyra samrøður og góðan landsliðstónleik, fær lurtarin beinleiðis samrøður.

Hetta við teir báðar føroysku áskoðarnir, sum hava verið við allan vegin síðani mánadagin: Barndómsvinirnir úr Klaksvík, Jákup Mikkelsen - best kendur sum "Bigge", og Per Jacobsen. Teir vóru eisini við í Kosovo í fjør, tá Føroyar endaliga spældu seg til EM, og hava teir nógv at fortelja.

Video: - Vinmenn úr Klaksvík vildu uppliva landsliðið í Kosovo

Hjálparvenjarin Hjalti Mohr Jacobsen kemur síðani at tosa eitt sindur um dystarætlanina, og Ásbjørn Nielsson Nattestad, ið er við fyri Alduna, kemur eisini við nøkrum metingum.

Agnar Prestá og Pætur Nolsøe eru vertir. Lurta klokkan 11 á FM1. Sendingin kann eisini hoyrast seinni á fm1.fo ella á Portalinum

[object Object]
Hjalti Mohr Javobsen (Mynd: Sverri Egholm)

Óli Mittún: HM-dreymurin er ógvuliga sterkur - serliga eftir tað sum hendi í Norðurmakedónia 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder