Tað var undirhald fyri allar pengarnar, tá KÍ og NSÍ hittust í Klaksvík til fyrru steypahálvfinaluna millum liðini. Serliga seinasta hálva tíman ella so, tá seks mál vórðu skoraði - men eisini áðrenn har serliga heimaliðið skapti sítt.
Tað var tó heimaliðið, sum fekk hol á, tá Beinir Nolsøe í 60. minutti setti leysan bólt í netið. Eyðsýndi Filip Brattbakk svaraði tó skjótt aftur, og norski vongurin legði upp til norsk-tuneisiska Oussama Ali nakrar minuttir seinni.
2-1, men tá eitt korter eftir var talan um ov slapt verjuspæl hjá heimaliðnum. Ein annar norðmaur, Tobias Hestad, kundi javnað á gamla heimavøllinum hjá pápa síðani (Daniel Bert Hestad, hjálparvenjari 2023).
Harvið lá NSÍ aftur til at fáa meira burturúr, tí hetta jú var hálvfinalan á útivølli. Men KÍ var ikki liðugt at skapa støður í sínum helst besta dysti í ár. Tveir minuttir eftir 2-2 málið kom KÍ frammum aftur: Páll Klettskarð stendur skrásettur fyri málið, men Brattbakk stóð sum so fyri tí: Klettskarð visit sum so ikki av, at hann hevði skorað.
Páll Klettskarð: KÍ spælir ein góðan dyst - serliga framrættað
Í 85. minutti stóðu innskifti spælarar hjá KÍ fyri sætta málinum uppá umleið 25 minuttir í frálíka fótbóltsdystinum við Djúpumýru: Jonn Johannesen fann Erlend Hustad, og stóri norski áleyparin var knappur og hvassur: Fjórða "norska málið" og sætt norska málstigið í Klaksvík hetta mikukvøldið, har KÍ spældi seg nær aðru steypafinaluni á rað.
Hoyr eisini samanumtøku og samrøður úr Klaksvík:
Daniel Obbekjær: Uppiborin KÍ-sigur - okkara mistøk kostaðu
Niclas Niclasen: - Hasi bæði málini vera góð hjá KÍ til seinnu hálvfinaluna
![]()
Seinna hálvfinalan verður spæld í Runavík 24. juni, og tá skal NSÍ av álvara venda tí, um ikki KÍ aftur skal enda í steypafinaluni.
HB og Víkingur kappast um hitt finaluplássið. Fyrri dysturin millum verður spældur í Gundadali klokkan 15 í dag, Kristi Himmalferðardag. Víkingur vann 2-1, tá liðini hittust í landskappingardystinum í Sarpugerði 1. apríl.
FM1 sigur frá HB-Víkingi klokkan 15 og til ber at fylgja gongdini ovast á Portalinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald