Tuzla, Bosnia (Portalurin): Føroyar og Bosnia fara í kvøld eftir besta útgangsstøðinum í HM-røkkstøkkdystinum.
Samanlagdi vinnarin av teimum báðum dystunum hesa vikuna skal til HM-endaspælið.
Undankapping til HM 2027, fyrri røkkstøkkdysturin:
Hósdagin 14. mai, Tuzla (Bosnia)
19.00: Bosnia-Hersegovina - Føroyar
Seinni røkkstøkkdysturin:
Leygardagin 16. mai, við Tjarnir
19.00: Føroyar - Bosnia-Hersegovina
Sí eisini: Soleiðis spæla Føroyar seg til HM-endaspælið
Tað snýr seg um at fáa eitt so gott úrslit sum gjørligt og síðani avgerða tað í Føroyum leygarkvøldið. Tað var eisini tað, sum Óli Mittún tosaði um í gjár.
Óli Mittún: HM-dreymurin er ógvuliga sterkur - serliga eftir tað sum hendi í Norðurmakedónia
Myndir: Seinasta venjing undan brakinum í Bosnia
Elias Ellefsen á Skipagøtu og Ísak Vedelsbøl eru skaddir og tí ikki við. Aleksandar Sasha Lacok er framvegis langtíðarskaddur.
Dysturin í kvøld byrjar klokkan 19 føroyska tíð. FM1 sendir frá klokkan 18 - Pætur Nolsøe sigur frá. Til ber eisini at fylgja við á Portalinum, har beinleiðis bloggur og livescore verður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald