Tuzla, Bosnia (Portalurin): Hvussu nøgdir skal man vera eftir hendan fyrra HM-røkkstøkk (play-off dystin)?
Tað er ein heldur trupul spurningur at svara uppá, tí Føroyar høvdu møguleikarnar fyri og grundarlagið til at vinna nakað greiðari:
Ellivu teknisk mistøk - so at siga øll í sjey móti seks - og 13 brendir møguleikar, harav fleiri ógvuliga upplagdir.
Misnýttir møguleikar - men støðufesti sigraði
Teir hjá Bosnia miðsavnaðu seg um Óla Mittún, og skjótt varð reytt kort dømt fyri atgerð móti honum (hond hart í andlitið) GOG-maðurin var spælskiparin og upplegskongur, nú Elias Ellefsen á SKipagøtu ikki var við. Men nummar 78 brendi fimm skot, og Hákun West av Teigum bryjaði eisini við at brenna síni frystu trý skot í opnum spæli.
Men Hákun skoraði trygt uppá brotskøstini fyri steðgin og skoraði síðani øll síni skot av vonginum og í kontra - fleiri flott. Leivur Mortensen høgdi eisini tveir bóltar sannførandi í netið av hinum vonginum, men tað var síðumakkarin hjá Hákuni, Vilhelm Poulsen, sum annars gjørdi stóran mun við málskjótingini: Fimm mál uppá seks skot, har tað seinasta varð trýst skot í undirtali.
![]()
Hákun West av Teigum tryggur seinastu 45 minuttirnar. Samanlagt ellivu mál uppá 15 skot (Mynd: Sverri Egholm)
Annars vóru tað verjan og Pauli Jacobsen, og tann føroyski mentaliteturin móti endanum, sum vunnu dystin.
Teir hjá Bosnia fingu, fyriuttan eina løtu miðskeiðis í 2. hálvleiki, ikki sítt álopsspæl veruliga í gongd. Tað var ein sterk føroysk verja, við Teis Horn Rasmussen og Pæturi Mikkjalsson mitt fyri, og arbeiðssemi rundanum, sum gjørdu skotmøguleikarnir minni góðar: Føroyska verjuspælið sá væl fyrireikað út.
Pauli Jacobsen las støðurnar væl og var á ógvuliga nógvum - meira enn helmingin av skotunum fyri steðgin. So líðandi komu eisini stórbjargingar frá liðformanninum, sum endaði við 17 bjargingum (44 prosentum) umframt tað leysa. Eitt stórt avrik frá nummar 1 - serliga í fyrra hálvleiki har hann bjargaði yvir helmingin av skotunum.
![]()
Pauli Jacobsen stóð ein frálíkan dyst við 17 málum, umframt tí sum varð dømt fríkast og brotskast eftir bjargingina (Mynd: Sverri Egholm)
Sluppu ikki avstað men tryggjaðu leiðsluna
Í mun til leikgongdina, vóru Føroyar omaná fyrstu løtuna men sluppu ongantíð veruliga frá Bosnia fyri steðgin. 12-10 tá liðini fóru at hvíla seg í nógva larminum
Eftir fýra minuttir í 2. hálvleiki var 11-15, og tað angaði av greiðum føroyskum sigri. Men so komu tíggju minuttir við bert einum føroyskum máli, og Bosnia kom í størri mun í gongd, meðan Peter Bredsdorff-Larsen royndi ymiskt.
Góðu heimaáskoðarnir løgdu eitt ávist trýst, og nakrar marginaldømingar gingu ímóti. Men føroyska spælið var alt og óhvasst og leitaði hesa løtuna.
Føroyska liðið fekk tó savnað seg, vunnið leiðsluna og síðani økt til pluss tvey. Bosnia minkaði við brotskasti, tá 13 sekund vóru eftir, men teir í bláum gjørdi skjótt av: Óli Mittún til stroks, fann væl Teis Horn Rasmussen á strikuni, og hann var tryggur.
![]()
Teis Horn Rasmussen setti punktum í síðstu sekundunum og harvið eitur føroyska leiðslan tvey mál eftir dystin í Tuzla
![]()
Fagnaður á føroyskum fjeppara (Myndir: Sverri Egholm)
Tað endaði harvið 24-22 til Føroyar sum skulu fáa HM-plássið í hús við Tjarnir leygarkvøldið í seinna dystinum. Nú er liðið uppaftur størri favorittur í uppgerðini um HM-pláss. Men hvassleikin í álopsspælinum skal vera betri leygarkvøldið, har heimaáskoðarnir eisini skulu gera sítt.
Meira á Portalinum seinni
------------------------------------------------
Fyrri HM-røkkstøkk dystir (playoff)
Tuzla, hósdagin 14. mai
Bosnia - Hersegovina - Føroyar 22-24 (10-12)
Dystargongdin
5 min: 2-4
10 min: 3-5
15 min: 5-6
20 min: 7-7
25 min: 10-10
30 min: 10-12
35 min: 11-15
40 min: 13-16
45 min: 17-16
50 min: 19-18
55 min: 20-21
60 min: 22-24
Við Tjarnir leygardagin 16. mai
19.00: Føroyar - Bosnia-Hersegovina (24-22)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald