Hondbóltur

Myndir: Føroyar vunnu verjubrakið í Bosnia

Tvey-máls sigurin í Tuzla merkir, at føroysku menninir liggja væl fyri at koma til HM-endaspælið undan seinna dystinum, sum verður við Tjarnir leygarkvøldið. Reytt kort, larmandi áskoðarar og trilvandi álopsspæl settu sín dám á dystin.

Pætur Mikkjalsson og Teis Horn Rasmussen stóðu ógvuliga væl í miðverjuni størsta partin av dystinum (Mynd: Sverri Egholm)

Pætur Mikkjalsson og Teis Horn Rasmussen stóðu ógvuliga væl í miðverjuni størsta partin av dystinum (Mynd: Sverri Egholm)

2026-05-14 22:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tuzla, Bosnia (Portalurin): Føroyar vunnu í kvøld ein arbeiðssigur í fyrra HM-røkkstøkk-dystinum (HM-play-off).

Við 22-24 úrslitinum liggja føroysku menninir í løtuni til at koma til eitt søguligt endaspæl í Týsklandi næsta januar. Til tess krevst at arbeiðið verður gjørt liðugt við Tjarnir leygarkvøldið klokkan 19. 

Sí myndirnar, sum Sverri Egholm tók í Tuzla kvøld, niðanfyri 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder