Annað

13 svimjarar úttiknir til altjóða kappingar í summar

Talan er um NMU í Oslo, EJM í München, og EM í París.

Líggjas Joensen er úttikin til bæði EJM og EM (Savnsmynd: Honest Media / Svimjisamband Føroyar)

Líggjas Joensen er úttikin til bæði EJM og EM (Savnsmynd: Honest Media / Svimjisamband Føroyar)

2026-05-16 17:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Starvsnevndin í Svimjisambandi Føroya boðar í dag frá, at tilsamans 13 svimjarar eru úttiknir til tríggjar altjóða kappingar í summar.

Talan er um norðurlandameistarakapping fyri ung (NMU), sum verður í norska høvuðsstaðnum Oslo 29. og 30. juni, evropeiska junior meistarakapping (EJM) í München í Týsklandi 7. – 12. juli, og Evropameistarakapping (EM) í franska høvuðsstaðnum París 10. - 16. august, skrivar Svimjisamband Føroya.

Hesu eru úttikin

NMU 2026
Tórir Olsen (2011, Ægir)
Sissal Rógvadóttir (2010, SuSvim)
Jórun Winther (2011, SuSvim)
Theodor Salter (2011, HS)
Haraldur Mortensen (2010, SuSvim)
Emma Debes (2010, SuSvim)
Sirið Vesturtún (2011, FS)

Oslo, 29. og 30. juni

EJM 2026
Líggjas Joensen (2008, Ægir)
Silas Dam Lindberg (2008, HS)
Lea Osberg Højsted (2008, Ægir)

München 7. – 12. juli

EM 2026
Líggjas Joensen (2008, Ægir)
Bartal E. Eidesgaard (2003, HS)
Isak Brisenfeldt (2006, HS)
Heini Mohr Askham (2006, Ægir)
Silas Dam Lindberg (2008, HS)

París 10. - 16. august

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder