Tað eydnaðist ikki Janu Mittún og Viborg at vinna sær pláss í European League-finaluni.
Hálvfinalan í Final Four-vikuskiftinum í franska býnum Dijon var á skránni seinnapartin, har týska Thüringer var mótstøðuliðið. Talan er um liðið, sum vann European League, næststerkastu evropeisku kappingina, í fjør.
Og Thüringer skal verja sítt heiti í finaluni í morgin, meðan Jana og tær skulu spæla um bronsuna.
Talan var um ein tættan dyst, ið endaði 26-24.
Jana Mittún var við í teimum báðum fyrstu málunum hjá Viborg; skoraði til 1-2, men hon og Viborg høvdu torført við at skapa møguleikar og skora størsta partin av 1. hálvleiki.
Eftir 17 minuttir og 50 sekund hevði Viborg bert skorað trý mál. Síðani kom betri glið á, men sum heild góðar verjur og málverjur fyri steðgin: 11-10 til Thüringer í steðginum.
Jana Mittún brendi nøkur skot í 1. hálvleiki. Nakað inn í 2. hálvleik høvdu hon og Viborg eina góða løtu, har liðið kom frammum, og føroyingurin skoraði tvey góð mál á rað. Samalangt skoraði Jana trý mál uppá átta skot og hevði nøkur upplegg.
Nummar 77 vann eisini liðnum fleiri brotskøst og trekti útvísingar, men var ikki inni til øll álopini seinastu løtuna, tá týska liðið var kaldari.
Viborg fekk tað frá 22-24 til 24-24, men hevði so tvey ov hakkut álop. Málverjin Stine Broløs bjargaði í seinasta týska álopinum, tá tað var 24-25, men eingin Viborg-spælari var til reiðar uppá returbóltin. Ístaðin 24-26.
Í hinari hálvfinaluni í dag spæla Dijon, sum er vertur fyri Final Four, og ungarska MOL Esztergom.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald